Lýsing
Lýsing
Lýsing

Evangeliskt sangmøti í Hermon í Norðdepli sunnukvøldið kl. 18

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  11.01.2025 - 21:45 Tíðindi

Sunnukvøldið verður eitt evangeliskt sangmøti í Hermon í Norðdepli við góðum felagssangi, Kvartettin í Betesda fer at syngja, og ein evangeliið verður at hoyra.

 

Tað var longu í 1968, at Kvartettin í Betesda byrjaði at syngja, og síðani hevur hesin sangbólkur verið virkin og er tað enn í dag. Hóast menn ikki eru heilt ungir longur, so venja teir framvegis regluliga, og ferðast kring landið við sangum um gleðiboðskapin, sum ber av øllum.

 

Sunnukvøldið 12. januar vitjar Kvartettin samkomuna Hermon í Norðdepli saman við tónleikarunum, sum eru undir leiðslu av Jógvani Mortensen.

 

Umframt kvartettina og nógvan góðan felagssang fara Jóhan við Neyst og Eyðfinn Reyðberg at hava hvør sítt stutt orð.

 

Kvartettin letur heilsa, at teir vóna at síggja mong í Hermon sunnukvøldið kl. 18 – hjartaliga vælkomin 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG
Kythira! -Ella kanska ikki?
Hitabylgjur verða sannlíkt vanligari kom…
Móðir KÍ-leikarar í skelkandi tapi
Varpið vorðið miðdepilin í Klaksvík
Upptakt: KÍ-07 Vestur
Føroyar í hálvfinaluni eftir sigur á And…
- Errin bjóða vit øllum heiminum inn til…
Jógvan Júst talar í Betesda sunnudagin
Føroysku flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu 3-0 á…
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG