Lýsing
Lýsing
Lýsing
Sirið Stenberg vil hava breiða politiska semju um sjálvræðisspurningin | Mynd: Jóhann Lützen

Føroyar mugu fáa størri sjálvræði

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  11.01.2025 - 18:32 Politikkur Tíðindi

Fyri at náa longst so mugu vit hava fólkið við okkum og tí mugu vit fara inn í eina tilgongd við opnum sinni, so vit koma útaftur við størri sjálvræði. Føroyingar skulu bestemma í Føroyum, sigur Sirið Stenberg forkvinna í Tjóðveldi við Norðlýsið

 

Donald Trump kastaði ríkisfelagsskapin í eldin herfyri, tá hann á tíðindafundi ikki vildi avvísa at brúka hernaðarliga megi at leggja Grønland undir seg. Hetta hevur fingið alla politisku skipanina í Danmark, Grønlandi og Føroyum upp úr stólinum, men ein sum ikki hevur verið at hoyrt er Sirið Stenberg, forkvinna í Tjóðveldi. 

Norðlýsið hevur fingið fatur á Sirið Stenberg, sum er í Danmark í hesum døgum. Hon svarar skjótt tá vit spyrja hana um hvussu ríkisfelagsskapurin millum Føroyar, Grønland og Danmark hevur tað í kjalarvørrinum á úttalilsunum hjá Donald Trump. 

Vit í Tjóðveldi hava altíð ynskt fult sjálvræði - tað vita øll. Støðan í heiminum í dag prógvar at tað ongantíð hevur verið týdningarmiklari enn júst nú at hava fult sjálvræði.

Og sjálvræði skal byggjast á fólkaræði, vit skulu hava fólkið við okkum og tí mugu vit í Føroyum hava so breiða politiska semju sum yvirhøvur gjørligt. Eg mæli til at vit taka tað róligt, ikki forskrekkja nakran men arbeiða miðvíst at fáa størri sjálvræði, sigur Sirið Stenberg forkvinna í Tjóðveldi. 

Eg havi góðar vónir at politiska skipanin í Føroyum finnur eina samráðingarleið við donsku stjórnina. Vit síggja at báðir samríkjaflokkarnir hava flutt seg á sjálvstýrisleið. Vit hava longu lækka blokkin og framt yvirtøkur í hesum valskeiðnum, sigur Sirið Stenberg við Norðlýsið.

 

 

 

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Svar til Hermann Oskarsson
Atlantic Fair 2026 letur upp í morgin
"Heima sum longst" – ein virðilig visjón…
Tøkk - Hildibjarta Jacobsen
GroAqua letur Bakkafrost nýggjan 700 ton…
Atlantic Fair hevur ment Klaksvík
Norð­oyastevnan nærkast
Kamarkórið Dorimus í Varpinum í kvøld
Fólkini eru so vinarlig í Føroyum
Málið móti skip­ara­num á Galaxy slept
Atlantic Fair – 25 ár á baki
KÍ hevur fingið gongd á álopsspælið
Upptakt: B68-KÍ
Dynamit spælir á Summar Festivalinum
Bíbliu­skúlin Keldan gongur nýggjar leiði…
Serframsýning - Jógvan Asbjørn Skaale :
Væl eydnaður lands­fundur hjá Miðflokkinu…
Tórunn og KÍ hava munin
Bill til Sogndal
Eitt farligt experiment at selja fiskiræ…