Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ein góður túrur á floti í gjár

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  11.01.2025 - 17:52 Mentan Myndarøð Tíðindi

Veðurforsagnirnar vóru góðar til í gjár fríggjadagin, so eg og Ásmundur bróður gjørdu av at fara ein túr við Spógvanum at vita um ikki bar til at fáa nakrar fuglar afturat. Klokkan var ikki 9, tá vit vóru leysir úr neystinum við Borðoyarvík. Ættin var vestan ella lágur vestan, so tað var sum á gólvinum út eftir víkini.

Men komnir útum nesjarnar royndist sjógvurin ikki so væl. Ættin var tá út suður meira enn vestan og harafturat rak upp í ættina, so tað var eitt sindur gjálvugt hjá fimm mannafarinum. Men vit gjørdu av at halda á eystureftir og roknaðu við at sjógvurin fór at slætna, tá rákið vendi.

Sjálvt um vit báðir skimaðust trúliga vestureftir, so bóru vit ikki eygað við nakran fugl. Frá Skálanesi og eystur á Svínoynna sóu vit ikki so frægt sum ein havhest. Men tá Eystnes kom undan og seinni Sjúrðarberg og Hattarvík var meira lív á sjónum, tí vit sóu nakað av havhesti, men ikki ein svartfugl. Allan teinin úr Víkini og til vit sóu stapan undir Eystfelli, var støðan tann sama.

Men, hóast sjógvurin ikki var so slættur, sum vit kundu ynskt, so duga vit væl at njóta hvørt sekund av einum slíkum túri, sjálvt um eitt sindur óslætt er. 

Ná, men framvegis ongin fuglur. So bleiv valt at sigla suðureftir. Tá vit høvdug siglt ein góðan tíma tann vegin, trilkaðist lotið somikið, at vit gjørdu av at beina kósina ímóti Skorini og at kasta har við snelluni. Komnir á "Gloppið" í Árnafirði, tað er tá leyst er ímillum Bergsmunnan og Lisshøvda og tað sæst inna á Kirkjuna í Árnafirði, tá var kasta. Men nú var dagurin styttur nógv. Klokkuni nærkaðist miðdegi, tá rákið eisini skuldi venda.

Vit fingu í heinta. Tað rak eitt sindur hart tá skiftið var av, so vit sigldu afturá aftur einar tvær tríggjar ferðir, men tá klokkan var um trý, mistu vit kennið og fóru at sigla aftur til neystið. Væl var hugt av Ásmundi í meðan vit sigldu heim, ímeðan eg kruvdi teir 48 góðu fiskarnar vit høvdu fingið. Komnir í neystið, var at hagreiða fiskin, nakað var greipað ímeðan tað stórsta hjá mær bleiv flakt og fryst ímeðan Ásmundur hongdi eisini upp, men av flakinum fekk hann frikadellur burturúr.

Vit fingu bert tríggjar smáar hýsur, tær ótu vit til døgurða í dag. Toskurin vit fingu var í sera góðum standi onkur hevði rogn ímeðan fleiri høvdu sil, so tað boðar um at Torrdagar standa fyri durum.

Aftur ein góður túrur á floti ein kaldan kavadag.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Meðan val er. 
- Hevur týdning at tú gevur tí so nógv r…
- Húsarhald­ini skulu klára seg og sítt
Næmingar vitjaðu Javnaðarkafé'ina
Valgonga
Hægri valluttøka í Klaksvík kl. 14.00
Hatta eru sjálvfylgjur, Ben!
Heini koyrt tangabil í 40 ár
Veljið lista A til Fólka­tingsvalið!
18% fleiri á val á middegi
Fólka­tingsvalið: Myndarøð úr KÍ-høllini
Mjølnir má vinna í annaðkvøld!
26% fleiri á val kl 11
Valkafé í Skálanum – øll eru vælkomin
9 norð­oy­ingar stilla upp til Fólka­tingið
Rættvís skatta­skipan – eisini fyri føroy…
Íløgur í samferðslu eru íløgur í framtíð…
Nei fíggjar­lógin er ikki komin á beint
Økja um útboðið av bústøðum
Realpolitikkur fram um signal­politikk