Lýsing
Lýsing
Lýsing

Stjørnan í hálvfinaluni í steypakappingini

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  12.01.2025 - 18:45 Ítrottur Mentan Tíðindi

Við einum teprum 26-25 sigri á EB í dag, hava kvinnurnar hjá Stjørnuni leikt seg í hálvfinaluna í steypakappingini.

Hóast dysturin ikki var serliga væl leiktur, so var spenningur í allan dystin. Liðini skiftust um at hava leiðsluna. Hálvleiksstøðan var 12-11 til Stjørnuna. Gongdin var tann saman í seina hálvleiki. Tá ein minuttur var eftir at leika javnaði Julia Nalviko fyri Stjørnuna til 25-25. EB fór síðani í álop, men eydnaðist teimum ikki at fáa mál. Stjørnan fekk so møguleikan at avgera dystin, og tá trí sekund vóru eftir at leika, eydnaðist Tóru Eliasen at skora til endaliga úrslitið 26-25.

Við sigrinum hava stjørnukvinnuarnar leikt seg í hálvfinaluna í steypakappingini. Mótstøðuliðið verður Kyndil.

Hini hálvfinaluliðini eru H71 og Neistin. Leikast skulu tvær hálvfinalur, ein heima og ein úti.

Málini hjá Stjørnuni í dagsins dysti skutu: Jancy J. Poulsen 8, Tóra Eliasen 6, Durita Ljóstein 5, Iulia Nalviko 4, Bergit Svarvadal 1, Durita Hummeland og Joan Sørensen 1.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Javnleikur í toppdysti
Útsynningur alla vikuna
Sera ring koyrilíkindi
Stjørnan í hálvfinaluni í steypakappingi…
Hesa ferð vann ÍF fimmsettaran á Fleyr -
Hetta er venjaratoymið hjá KÍ í 2025
Hvørja støðu velja vit at taka?
Mjølnir - KÍF kl. 16.00
Evangeliskt sangmøti í Hermon í Norðdepl…
Kom og Spæl Føroyskt
Føroyar mugu fáa størri sjálvræði
Ein góður túrur á floti í gjár
Ósemju­nevnd til hvat?
Hvørjar Føroyar?
Burðatalið vaks í 2024 - og fleiri nýføð…
Stór ráðstevna um ítrótt: Frá spælandi b…
Elmarknaðu­rin skal seta ferð á grøna ork…
Stella Polaris - tilmeldingarfreistin er…
Skráin fyri várhálvuna í Kvøldskúlanum
Lítil áhugi fyri Føroyum