Ósemjunevnd til hvat?
Eftir at Norðlýsið 7. januar vísti á, at vit eftir drúgva bíðitíð framvegis onki høvdu frætt um varslaðu §6-nevndina, gingu tað bara nakrir dagar, so varð proklamerað á ríkisfundi, at NÚ fór nevndin at vera sett. Men tað var bara sama útmelding sum í august 2024, tá tað eisini varð sagt, at ”arbejdet med at sætte gang i processen vil gå i gang med det samme”. Nústani í 2025 fer so ein áheitan til Hægstarætt um at seta nevndina, og vit vita framvegis ikki, hvørji umboðini hjá Føroyum ella Danmark verða.
Longu nú síggja vit sostatt, at §6-nevndin verður brúkt sum ein ”syltikrukka”, har hjólini mala serstakliga spakuligt. Og tað var nokk ætlanin alla tíðina. Í hesi syltikrukkuni hevur WTO-umsóknin ligið og bíðað eftir, at nevndin verður sett, og eftir tað fer hon at bíða víðari eftir eini niðurstøðu. Tekur tað so drúgva tíð bara at seta eina nevnd, so kunnu vit bara ímynda okkum, hvussu langa tíð tað fer at taka at fáa eina niðurstøðu frá henni.
Fríggjadagin 10. januar var so ein eyka Dagur og vika, har nevndin varð viðgjørd, og viðmerkjararnir Beinta Løwe og Jóannes Eidesgaard vóru samd um, at nevndin fer at gera, at vit fara at dyrka ósemjur heldur enn at loysa tær. Fáa Føroyar til dømis tummil niður frá nevndini, fer loysingarvongurin í føroyskum politikki at brúka ta konfliktina til at leypa á ríkisfelagsskapskonstruktiónina, og fáa Føroyar eitt ja, fer sambandsvongurin at brúka tað til at sósa Føroyar longur inn í ríkisfelagsskapin. Í báðum førum fer mótparturin sjálvandi í mótálop. Niðurstøðurnar fara sostatt at seta split í føroyska fólkið.
Hví í allari verðini fara vit ikki bara beinleiðis til sakina?
Føroyar kundu bara spurt WTO, um felagsskapurin góðtekur limaskap frá einum sjálvstýrandi øki sum Føroyum. Danska stjórnin hevur meldað út, at hon stuðlar einum føroyskum ynski um tað, so hon kann álvaratos ikki ganga ímóti tí. Og sum øllum kunnugt eru t.d. Macao og Hong Kong longu limir. Tey eru ikki fullveldi, men sjálvstøðug tollumveldi.
WTO setur sum krav um limaskap, at sum limur kann tann gerast: “Any state or customs territory having full autonomy in the conduct of its trade policies is eligible to accede to the WTO on terms agreed between it and WTO Members”. Vit skulu sostatt hava fullan ræðisrætt yvir handilspolitikki okkara. Víðari stendur ítøkiliga, at ”Membership is not limited to sovereign states, but may be extended to any customs territory with full autonomy.” Føroyar eru longu sjálvstøðugt tolløki ella tollumveldi.
Tí átti upplagda stigið frá føroyska Landsstýrinum at verið at spurt WTO beinleiðis, um felagsskapurin vil góðtaka Føroyar sum lim. Um vit fingu eitt viðmæli frá Mette Frederiksen, sum hevur sagt seg stuðla føroyskum limaskapi, so ongantíð betur, men tað er kanska ikki neyðugt. Og sigur WTO nei í fyrstu atløgu, so skal næsta stig verða at rudda forðingarnar fyri limaskapi av vegnum. Er loysing neyðug, so vita vit tað og kunnu hava fólkaatkvøðu um loysing.
Í staðin fáa vit nú eina nevnd at viðgera juridiskt, um vit yvirhøvur kunnu spyrja WTO um limaskap. Og um nevndin, uttan iva aftaná mánaða- ella áralangt fundarvirksemi, kemur til, at tað er okey at spyrja WTO, so bindur svarið jú ikki WTO. WTO kann framvegis siga nei.
Tí virkar tað so absurd við hesi nevndini. Vit kunnu fáa eina støðu, har heimshandilsfelagsskapurin WTO sigur nei, eftir at handan nevndin hevur sitið í drúgva tíð fyri at koma fram til, at tað er í lagi at spyrja um limaskap. So verður alt arbeiðið í nevndini “umsonst”.
Lat okkum skippa hasa nevndina og spyrja WTO beinleiðis. Nú.