Lýsing
Lýsing
Lýsing
Krúnufjall og Middagsfjall frost í erva 12.sept 2023. | Mynd: Ernst Vágsgarð, Landsverk

Nú kølnar….

SKRIVAÐ: Veðurstova Føroya  |  09.09.2024 - 11:25 Tíðindaskriv Tíðindi Veðrið

Í kvøld kemur hann høgt, og sum forsagnirnar síggja út í morgun, er tað norðan og útnyrðingur til seinnapartin fríggjadagin.

Saman við høgættini kemur heilt fitt av vindi mikudagin og hósdagin. Framrokningar vísa, at vit kunnu vænta, at hitalagið fer niður ímóti teim 4 stigunum, har sum vit vanliga seta markið fyri, at fjøllini gerast hvít um 2 dagar ella so.

At fjøllini verða hvít í fyrru helvt av septembur, er ikki so vanligt. Vanliga mugu vit bíða til oktobur. Í fjør vóru fjøllini hvít 12. septembur, og so tíðliga hevur tað ikki verið í 24 ár – t.e. síðan 2000.

Hjá Landsverki skráseta tey fyrstu og síðstu hálkudagar – nær bilar hava verið úti við salti ella hava grivið kava.

Síðan 2000 er fyrsti hálkudagur í miðal 9. oktobur og tann seinasti á flaggdegnum, 25. apríl. At rokna miðaltøl eftir dagatølum í álmanakkanum er altíð áhugavert, men miðaltølini siga bert part av søguni.

Fyrsti hálkudagur seinastu 24 árini var í fjør: 13 september. Árið, har vit máttu bíða longst eftir hálkuni, var í 2001: 4. november. Tað eru næstan tveir mánaðir á muni.

Dagurin, tá ið seinasti hálkudagur er, skiftir nokkso nógv. Í 2011 var síðsti hálkudagur longu 29. mars, men í 2013: 23. mai – t.e. eisini næstan tveir mánaðar seinni.

Hesi árini síðan aldarskiftið hava vetrarnir ikki verið líka drúgvir, tá ið vit telja dagarnar, maskinurnar hjá Landsverki hava saltað og grivið kava.

Seinasti dagurin, teir gróvu í 2013, var 23. mai. Hetta er eisini seinasta dato síðan 2000, at teir gróvu kava.

Veturin 2010 – 2011 varð saltað og/ella grivið frá 18. oktober til 29. apríl – í 157 dagar. Hetta hevur verið tann stytsti veturin.

Tann drúgvasti var árið fyri, veturin 2009 – 2010. Tá varð grivið og saltað frá 22. september til 12. mai – í 227 dagar.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Móðir KÍ-leikarar í skelkandi tapi
Varpið vorðið miðdepilin í Klaksvík
Upptakt: KÍ-07 Vestur
Føroyar í hálvfinaluni eftir sigur á And…
- Errin bjóða vit øllum heiminum inn til…
Jógvan Júst talar í Betesda sunnudagin
Føroysku flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu 3-0 á…
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu