Lýsing
Lýsing
Lýsing

Gera nógv burtur úr í Silvalandi

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  06.08.2024 - 17:10 Mentan Tíðindi

Stórt barnaland við aktivitetum og undirhaldi er partur av Summar Festivalinum

Tað væl umtókta Silvalandið verður aftur í ár á Summar Festivalinum.
Í

uppskrýddu ítróttarhøllunum verða eitt nú aktivitetir, undirhald, tónleikaframførslur, sangur, klovnarí og dansur á skráni.
Ein vakur og gandakendur djóraheimur við fittum føroyskum djórum og spennandi eksotiskum skriðdjórum verður eisini. Umframt ballóngarður, hoppiborgir, boingbóltar, teknistova, pinkuland, barnabarr og góður matur.

Eisini ber til at heilsa uppá innbjóðandi víkingar, brølandi dinosaurin og allar fittasta Silva hvønn dag. 

Silvalandið byrjar hósdagin klokkan 15 við stórari skrúðgongu og gøtukarnevali, har farið verður úr Klaksvíksgarðinum við pyntaðum, larmandi og syngjandi børnum og kreativum festivalgestum. Børn og barnsligar sálir, tú og eg, ja øll sum vilja seta sín festliga dám á ta stóru skrúðgonguna, eru sjálvandi vælkomin!

Silvaland hevur opið hósdagin, fríggjadagin og leygardagin frá kl. 15 til 19.

Í Silvalandi verður nógv gjørt burtur úr, ja heilt frá teimum allarminstu til tey allarstørstu.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Norðoya Sjálvstýris­felag: Uppstilling ti…
Norðoya Sambands­felag hevur uppstillinga…
Tveir sløkkiliðsmenn heiðraðir
8. flokkur vitjar Klaksvíkar Sleipistøð
Myndarøð: U21-landsliðið fyrireikaði seg…
Nú kølnar….
HALLUR KEMUR HOYM!
Kæra Klaksvík
Norð­urlendska veður­ráð­stevnan 2026 verðu…
Stjørnan hevur tilmeldingardag
U21 fyrireikar seg til dyst í Klaksvík
Veðrið í vikuni
Fer lands­kassin fyri bakka?
Stjørnan og Team Klaksvík á útivølli í d…
Safir og Smaragd gjørt góðan túr
Drúgv skrá fyri sunnudagin
Petur Martin forkunnuga vitjan
Góður dagur í Fuglafirði
Upp í ‘gir’ á landsplan
Ókeypis konsert í Kolshøll við Elin Brim…