Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

Týdningarmiklasti heimadystur hjá KÍ í ár

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  07.08.2024 - 00:09 Ítrottur Tíðindi

Hóskvøldið spælir KÍ tann týdningarmiklasta heimadystin higartil í kappingarárinum 2024.

KÍ er nærum úti av øllum gull møguleikum í heimligu kappingunum, og tí verður tað altjóða luttøkan, sum kann bjarga kappingarárinum.

Samlaða uppgerðin móti Differdange 03 var lykilin til at fáa góðar møguleikar víðari, og tí var tað tann týdningarmiklasta uppgerðin higartil. Malmø uppgerðin var á pappírinum ein, sum helst var ov stór, sum hon eisini var.

Nú eru tveir møguleikar eftir fyri at røkka einum bólkaspæli, og tað krevst, at KÍ vinnur annað av umførunum. Tað vildi bjarga árinum hjá KÍ bæði ítróttarliga og fíggjarliga.

 


Torført at meta um mótstøðuna

Hóskvøldið vitja meistararnir úr Bosnia & Hersegovina. Torført er at meta um styrkina á hesum liðnum, men ábendingar eru um, at her hevur KÍ ein realistiskan møguleika at koma víðari, um KÍ er í síni bestu útgávu, men tá krevst eitt samlað avrik yvir tveir dystir, sum er væl yvir tað, sum vit hava sæð flestu dystirnar hjá KÍ í 2024. Dystirnir móti Malmø (heimadysturin) og 07 Vestur kundu bent á, at KÍ-liðið er í gongd við at lyfta seg nú og um so er, so er tað eitt gott tíðspunkt til altjóða kappingarnar. Borac Banja Luka hevur ikki nógvar royndir í altjóða fótbólti og hevur ikki vunnið nakran dyst á útivøll í altjóða kappingum síðstu árini. Í 2022 slerdi B36 hetta liðið úr Bosnia & Hersegovina út úr Conference League, men síðani tá hevur Borac Banja Luka Borac skift nógv út og hevur vunnið meistaraheitið. Borac Banja Luka kom víðari eftir brotssparkskapping í 1. umfari í Champions League móti meistarunum úr Albania. Meistararnir úr Albania blivu í 2. umfari útslignir móti íslendsku meistarunum Víkingi Reykjavík. Í 2. umfari tapti Borac Banja Luka tepurt báðar dystirnar móti meistarunum úr Grikkalandi.

 


Skulu helst vinna heimadystin

Umstøðurnar hjá liðunum báðum vera sera ymiskar alt eftir, hvar dystirnir verða leiktir. Í Føroyum verður spælt á hitastigum, sum eru nógv lægri enn Borac Banja Luka spælir á til dagligt og og um eina viku verður tað øvugt. Í kvøld vísir veðurforsøgnin, at um kvøldið 15. august koma hitastigini niður á 31.

Og hóast KÍ vísti móti Ferencváros síðsta ár, at einki verður avgjørt fyrr enn seinna dyst, óansæð hitastig, so er sannlíkt, at lykilin til at vinna seg víðari hjá KÍ verður at helst vinna heimadystin. Og skuldi tað víst seg, at vitjandi liðið ikki vísir seg at verða so væl fyri til at spæla í Føroyum, sum vit hava sæð fleiri lið síðstu árini, tá tey eru í Føroyum, so má KÍ verða klárt at taka av, og tá eisini tora at fara eftir fleiri málum. Hetta brendi KÍ seg av móti Sheriff Tiraspol, sum í fjør bara kom at verja javnleikin á Tórsvølli. Tá var KÍ ikki klárt at taka av, tí tað kom óvart á, at Sheriff vildi og vísti so lítið. Í Moldova sá man eina aðra útgávu av teimum og líknandi kann henda her við hesum mótstøðuliðnum, sum útfrá søguni er eitt gott heimalið og eitt vánaligt útilið.

Tó má tankagongdin hjá einum føroyskum liði heldur ikki verða naiv, tí Borac Banja Luka, sum veddingarfyritøkurnar hava sum favoritt at fara víðari, hevur eitt virði í hópinum á tvífalt so nógv sum KÍ og er meistari í einum landi á 3,2 milliónir.

KÍ-Borac Banja Luka spæla hóskvøldið kl. 18.00 á Tórsvølli.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Norðoya Sjálvstýris­felag: Uppstilling ti…
Norðoya Sambands­felag hevur uppstillinga…
Tveir sløkkiliðsmenn heiðraðir
8. flokkur vitjar Klaksvíkar Sleipistøð
Myndarøð: U21-landsliðið fyrireikaði seg…
Nú kølnar….
HALLUR KEMUR HOYM!
Kæra Klaksvík
Norð­urlendska veður­ráð­stevnan 2026 verðu…
Stjørnan hevur tilmeldingardag
U21 fyrireikar seg til dyst í Klaksvík
Veðrið í vikuni
Fer lands­kassin fyri bakka?
Stjørnan og Team Klaksvík á útivølli í d…
Safir og Smaragd gjørt góðan túr
Drúgv skrá fyri sunnudagin
Petur Martin forkunnuga vitjan
Góður dagur í Fuglafirði
Upp í ‘gir’ á landsplan
Ókeypis konsert í Kolshøll við Elin Brim…