Lýsing
Lýsing
Lýsing

Listaframsýning í Gallarí Á Stongunum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  07.08.2024 - 16:20 Mentan Myndarøð Tíðindi

Á Summarfestivalinum og eftirfylgjandi døgum, 9. aug. - 18. aug. verður listaframsýning í Gallarí Á Stongunum, á Stangavegi 13, Klaksvík.

 

 

Framsýnarar vera Gvøðny Maria Áarstein, Bárður Dal Christiansen, Kári Svensson, Kala Lómaklett og Rannvá Holm Mortensen.

 

Fernisering verður fríggjadagin 9. aug. kl. 17.

Dávur Winther mentanarleiðari sigur nøkur orð, og sangskrivarin og troubadururin úr Gøtugjógv, Lyon Hansen, kemur at spæla nøkur løg. Við síni eyðkendu rødd og guitarspæli borðreiðir hann við gomlum amerikonskum fólkasangum, slitnum blues tónum úr sumpunum í Alabama og sínum egnu løgum, sum snúgva seg um alt frá kærleika, sorg og busstúrum norð í myrkri.

Ábit verður. Øll eru hjartaliga vælkomin 

 

Eitt sindur um listafólkini:

Heima í stovuni í Keypmannahavn hjá listakvinnuni Gvøðny Mariu Áarstein gongur eitt vakurt landslag málað av abbasystrini Fridu Zachariassen. Men hóast fjøllini eru tey somu, sum Frida málaði so friðsælt fyri hálvari øld síðan, so er leiklutur okkara sum menniskju markant broyttur. Eru vit veruliga natúrlig longur, ella hava vit fremmandagjørt okkum yvir fyri tí, ið fer at standa í øldir afturat? Í málningarøðini “Alienated” granskar Gvøðny henda tvídrátt. Rúmar náttúran okkum; rúma vit náttúruni? Eru rúmdarverurnar í veruleikanum vit við okkara verumáta yvir fyri verðini? Málningarnir “Koltur” og “ Tindhólmur” eru einastu málningarnir í røðini “Alienated” í hesi støddini og verða framsýndir.

Bárður Dal Christiansen hevur sýnt regluliga fram síðani 2004, bæði heima og uttanlands. Tey seinastu árini hevur Bárður luttikið, skipað fyri og kuraterað fleiri framsýningar og mentunarlig tiltøk. Myndamálið er búnað við tíðini, og oftan er ein feril av sjálvmótsetningum og melankoli at hóma, tó meira abstrakt enn áður. Bárður er formaður í Føroysk Myndlistafólk.

Kári Svensson telist millum okkara kendastu akryl málarar, men hevur í nýggjari tíð arbeitt við at blanda tøkni og arbeiðshættir. Hann hevur í ein mansaldur sýnt fram bæði úti og heima.

Síðani Kala Lómaklett gjørdist eftirlønt, hevur hennara stóra ítriv verið at mála, og hevur hon sýnt fram á fleiri framsýningum. Kala málar mest landsløg, men eisini kenslusamar fólka- og djóramyndir.

Listin hjá Rannvu Holm Mortensen umfatar málningar, grafiskt, prent, installasjónir og standmyndir. Seinnu árini hevur hon eisini arbeitt við tekstili, skrivað og myndprýtt bøkur. Rannvá viðger sambandið ímillum kropp og náttúru, og myndaevnið hevur ofta skap av organiskum formum og mannakroppum, og kollasjurnar hava aloftast ein sosialpolitiskan dám. Hon sýnir reguliga fram í Føroyum og uttanlands.

 

Framsýningin er opin hesar tíðir:

  • Fríggjad. 9. aug. kl. 17-20
  • Leygard. 10. aug. kl. 14-20
  • Sunnud. 11. aug. kl. 14-20
  • Mánad. 12. aug. til fríggjad. 16. aug. kl. 16-18
  • Leygard. 17. aug., Sjómannadagin, kl. 14-20
  • Sunnud. 18. aug. kl. 15-18

 

Hjartaliga vælkomin!

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Norðoya Sjálvstýris­felag: Uppstilling ti…
Norðoya Sambands­felag hevur uppstillinga…
Tveir sløkkiliðsmenn heiðraðir
8. flokkur vitjar Klaksvíkar Sleipistøð
Myndarøð: U21-landsliðið fyrireikaði seg…
Nú kølnar….
HALLUR KEMUR HOYM!
Kæra Klaksvík
Norð­urlendska veður­ráð­stevnan 2026 verðu…
Stjørnan hevur tilmeldingardag
U21 fyrireikar seg til dyst í Klaksvík
Veðrið í vikuni
Fer lands­kassin fyri bakka?
Stjørnan og Team Klaksvík á útivølli í d…
Safir og Smaragd gjørt góðan túr
Drúgv skrá fyri sunnudagin
Petur Martin forkunnuga vitjan
Góður dagur í Fuglafirði
Upp í ‘gir’ á landsplan
Ókeypis konsert í Kolshøll við Elin Brim…