Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ungdómsráðstevnan GenBar 2024 í Bodø, Noregi

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  12.08.2024 - 13:13 Tíðindaskriv

Generation North Atlantic og Barents er ein ókeypis ráðstevna, sum bjóðar ungum úr Norðurlondum millum 18 og 30 ár at luttaka. Pláss er fyri 5 føroyskum ungum at luttaka.

 

 

Endamálið er at arbeiða saman um loysnir, ið kunnu virka fyri, at ungdómur trívist í norður- og útjaðaraøkjum.

Eitt nú er fráflyting og vantandi møguleikar fyri bústaðir, útbúgvingar og arbeiði viðkomandi evni í hesum høpinum.

Ráðstevnan bjóðar ungum, virkisfýsnum føroyingum at luttaka í spennandi kjaki, áhugaverdum verkstovum, umframt ógloymandi upplivingar í Norðurnoregi 16-22 sept. 2024. Her fara ung úr øllum Norðurlondum at netverka, menna hugskot og skapa eina bjartari framtíð fyri Norður- og Útnorðurøkið.

Sjálv ráðstevnan er skipað í tveimum pørtum, soleiðis at tað er neyðugt at tekna seg til báðar partarnar. Les meira um skránna á heimasíðuni hjá NORA (www.nora.fo).

 

Tilmelding

Tekna teg áðrenn 30. august fyri at tryggja tær pláss. Minst teg á at skráseta teg til bæði Generation North Atlantic og Generation Barents hvør sær. Tey fimm hepnu fáa eina heila viku í Noregi – all inclusive – og fáa har virðismiklar upplivingar og skapa varandi samband.

 

Hví tú skalt luttaka

Loysa avbjóðingar: Samstarva við øðrum ungum at finna loysnir á avbjóðingum sum ungdómsflutning, bústaðartrupulleikar og veðurlagsbroytingar.
Víðka títt netverk: Hitt ung úr Norðurnoregi, Norðurfinnlandi, Norðursvøríki, Íslandi og Grønlandi.
Menna nýggjar førleikar: Luttak í tiltøkum, ið styrkja tíni evni og geva tær nýggj sjónarhorn.

 

Stutt um tiltakið

Generation North Atlantic (16-19. sept.): Byrja tín ferð í Bodø og Lofoten. Hetta er ein serlig skrá fyri ung í útnorðri.
Generation Barents (19-22. sept.): Luttak í størri ráðstevnu í Bodø við 80 luttakarum. Her eru verkstovur, kjak og netverksmøguleikar. Bodø er Evropiskur Mentanarhøvuðstaður 2024.

 

Týðandi fyrimunir

Ókeypis luttøka: Bæði tiltøkini eru ókeypis, eisini gisting og máltíðir.
Ferðastuðul: Luttakarar úr Norðuratlantshavinum fáa endurgjald fyri ferðakostnað.
Avmarkað pláss: Bara 5 ókeypis pláss til føroyskar luttakarar, so tað er at gera skjótt av!

 

Tekna teg nú!

Søk nú og byrja tín ferð við Generation North Atlantic & Barents 2024! Freistin er 30. august.

(leinkja til GenNA) Sign up here for Generation North Atlantic 2024 (deadline August 30th) (office.com)

(leinkja til GenBar) Sign up here for Generation Barents 2024 (deadline August 30th.) (office.com)

Ráðstevnurnar verða fyriskipaðar av Barents Regional Youth Council, Nordland Fylkeskommune, Barentssekretariatet og í samstarvi við NORA.

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fyrra bræv Pæturs
Fyrra bræv Pæturs
Fyrra bræv Pæturs
Klassisk konsert og opin pallur í Varpin…
Ræstur fiskur í Neystinum
Føroyameistarakappingin í bridge fyri pø…
1 mai røða hjá Bjørg B Egholm
Vælkomin til Toftir á Bátafestivalin
Konsertrøð við sello og flygil
Steggjaveitsla: Burturvilsti sonurin van…
17 konfirmantar játtaðu sín dóp
EL-IN 20 ár í Klingrugarði
Føroyskar fyritøkur vístu seg fram á Ice…
Góður rakstur og kappingarførir karmar t…
Morguntúrur Dýra Biðudag 1. mai kl. 8.00
KÍ kvinnur­nar kempaðu sigurin heim
KÍ kvinnur­nar vunnu á Vikingi í kvøld
KÍ møtir NSÍ í hálvfinalunum
Nýggjur sýslumaður settur fyri norðurøki…
Sjógvpumpu­skipan til Elverkið á Strond.…
Lýsing