Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

220 fólk við diabetes 2 til FarGen

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  15.08.2024 - 06:07 Tíðindi

Luttakaratalið í FarGen 2 hevur rundað 3.100, og sostatt eru bert knøpp 400 pláss eftir. Samansetingin av luttakarum er í rímiligum samsvari við málini, men stórur tørvur er tó á luttakarum, sum hava diabetes 2

 

Diabetes 2 er ein av sjúkunum, sum FarGen 2 kannar. Kanningarnar verða gjørdar samanberandi, og ílegu- og heilsudátur hjá sjúkum verða samanbornar við dátur hjá frískum fyri at vita, um til ber at staðfesta munir ella ávís mynstur í dátunum. Málið er at útvega vitan, sum kann vera við til at menna persónlagað medisin. Persónlagað medisin byggir á vitan um ílegurnar hjá einstaklinginum og letur upp fyri at málrætta viðgerðina meira.

Fyri hagfrøðisligu styrkina í kanningunum er tørvur á lutfalsliga nógvum luttakarum við diabetes 2. Ítøkiliga er málið at fáa í minsta lagi 220 diabetessjúklingar afturat við fyri at røkka málinum, sum er 350 luttakarar.

Til ber at fáa nærri kunning og tekna seg til FarGen 2 við at fylla út eitt spurnablað á Vanganum á síðuni hjá Heilsustýrinum.

FarGen 2 fór í gongd við at útvega luttakarar í 2022, og væntandi verður komið á mál seinni í ár. FarGen ger ílegu- og heilsukanningar av føroyingum og savnar úrslitini í einum granskingardátugrunni. Granskingarverkætlanir fara at kunna søkja um loyvi at granska í dátunum, og samtykki krevst frá luttakarunum til hvørja verkætlan sær. Tað er Heilsustýrið, sum umsitur FarGen.

Meira kunning fæst á www.fargen.fo

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ tók oddasessin á Norð­oyastevnu
FRAMSÍNING VIÐ ELLISAKFØRUM
Norð­oyastevnuskráin sunnudagin
Sølvará heldur føðingardagstalu
Klaksvíkar Boksing: - Kom og royn teg
- Onkur má for ólukkan vera góður við ty…
Myndarøð: Kappróður á Norð­oyastevnu
Midnáttarsamkoma á pallinum frammanfyri…
Fípan Fagra vann stórsigur hjá kvinnum
Havnarbátu­rin vann Norð­oyastevnuróðurin
Dreingir­nir á Fípuni Føgru vunnu tryggan…
KRF vann báðar róðrarnar í barnaróðri
Eg eigi at geva fólki okkurt at hugsa u…
Norð­oyastevnan sett
Stroyming: Nøglin metir um dagsins Norðo…
Framúr konsert hjá Klaksvíkar og Havnar…
Norðoya Listafelag fingið stórfingna gáv…
Norðoya Listafelag fingið stórfingna gáv…
Upptakt: KÍ-EB/­Streymur
Norð­oyastevnuskráin LEYGADAGIN
Lýsing