Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nýggi deildarstjórin í FK í Hoyvik er komin heim til røturnar

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  20.08.2024 - 16:53 Tíðindi Vinna

Nýggi Deildarstjóri í FK í Hoyvík, Jan Djurholm, er uppvaksin í Danmark og kemur til Føroya, úr einum starvi í Grønlandi. Men røturnar eru føroyskar, og hann følir seg heima her, har størsti parturin av familjuni eisini býr.

 

 

 

Mamma hansara, Ingrid Djurholm, var úr Kollafirði. Hon flutti á ungum árum til Danmarkar, har hon hitti og giftist dananum Kaj Nielsen. Nærum hvørt summar ferðaðist familjan til Føroya at vitja, og hetta hevur Jan hildið fast í, eisini eftir, at hann sjálvur fekk børn. 

 

- Mamma mín hevur altíð tosað føroyskt við okkum, so tað føroyska hevur altíð verið ein partur av mær. Vit hava eisini altíð følt okkum heima í Kollafirði, har vit hava brúkt so nógva tíð í uppvøkstrinum, greiðir Jan frá. 

 

Í 1998 valdi Jan flyta til Føroya, har tey búðu í seks góð ár. Nógv minnast uttan iva Jan úr SMS, har hann starvaðist um aldarskiftið. 

 

Fyri 20 árum síðan fóru tey niður aftur, ikki minst fyri at børnini kundu vera meira saman við abbum og ommum, ið búðu har. 

 

Men nú Ingrid, sum tann seinasta í tí ættarliðnum, andaðist fyrr í summar, kendist løtan røtt at venda nøsina heim aftur til Føroyar. Tá møguleikin at gerast Deildarstjóri í FK í Hoyvík samstundis bleiv veruleiki, so var avgerðin ikki trupul at taka. 

 

- Børn okkara eru vaksin. Sonurin er í Arktisk Kommando, meðan dóttirin er flutt heimanífrá og lesur í Keypmannahavn, og næstan øll okkara familja býr í Føroyum, so hetta kennist sum at koma heim, sigur Jan. 

 

Eisini konan, Nattakarn, var glað um at flyta til Føroyar, har hon longu hevur fingið starv á heiminum í Vallalíð. 

 

Jan Djurholm er sera spentur um uppgávuna, at fáa raksturin av FK at blóma aftur.

 

- Eg kenni til plássið, ið FK hevur í føroysku tilvitskuni. Tað eru føroyingar, ið eiga FK, og tí kenni eg tað eisini sum ein heiður at fáa hesa uppgávuna. Eg kann lova okkara kundum, at eg fari at gera mítt, fyri at FK gerst tann handilin, ið føroyingar hava uppiborið. 

 

Men hvussu er við málinum? 

 

- Tað gongur nokk minst eitt hálvt ár til, eg fari at hætta mær at tosa føroyskt, flennur Jan. Tí hóast hann skilur alt, og eisini dugir orðini, so er hann tilvitaður um, at úttalan ikki er heilt uppá pláss, í øllum førum ikki enn.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Betri Banki lækkar útlánsrenturnar
Kjølbro heilsøla messu í KÍ høllini
Ein Líri á vitjan á Hædd í gjár
"Skjótt er veðrinum um" -Myndarøð:
Nú hvítna tindar
MEST við í grønari ferju verkætlan
1.deild hjá KÍ spælir botngysara leygard…
Nú hvítna tindar fjøllum á
Undanførslur. Enn fleiri undanførslur og…
Takk fyri eitt hugnaligt kvøld í Klaksví…
Almennu fyriskip­ani­nar arbeiða ímóti úti…
Vunnu á Santa Lucia
Vit skulu byrgja fyri alt ov høgum skatt…
Miðflokku­rin stillar upp til býráðsvalið…
Freistin at fáa serprís til skeiðið v/­IM…
Skeið fyri nýggjum hjálpar­fólkum
Klaksvík summarið 1974
Tá vit goyma fiskin í sjónum! 3. partur
Skrúvuguds­tænastur­nar byrja aftur í kvøl…
28 tónleikaglað børn á konsertferð til S…