Lýsing
Lýsing
Lýsing

Regin W. Dalsgaard settur sum stjóri fyri Stórhøllina Við Tjarnir 

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  20.08.2024 - 16:54 Mentan Tíðindi Vinna

Tað verður Regin W. Dalsgaard, sum fer at stjórna og leiða nýggju Stórhøllina Við Tjarnir.  

 

 

Regin, sum er 40 ára gamal, hevur drúgvar royndir úr vinnulívinum og er útbúgvin innan altjóða sølu og marknaðarføring. Hann tekur við nýggja starvinum beinanvegin.  

Eftir ætlan skal Stórhøllin Við Tjarnir lata upp síðst í januar 2025, og komandi hálva árið fer nýsetti stjórin at fáa praktisk viðurskifti uppá pláss, umframt at bjóða høllina út í altjóða høpi.

- Mín fremsta uppgáva verður at skapa lív í hesar framúr góðu karmarnar, sum verða Við Tjarnir. Alt innihaldið skal nú byggjast upp frá grundini, tí vit á fyrsta sinni kunnu bjóða okkum fram til at hýsa tiltøkum, sum vit ongantíð áður hava kunnað hýst í Føroyum. Arbeiðið við at bjóða okkum fram má byrja alt fyri eitt, og eg gleði meg til hesa spennandi uppgávu - bæði til altjóðakappingar í ítrótti, stórar konsertir, mentanarlív og altjóða ráðstevnir. Hetta fer at økja okkara møgleikar munandi, sigur Regin W. Dalsgaard.

Stórhøllin Við Tjarnir, sum er í trimum hæddum, hevur eina samlaða gólvvídd á 8100 m². Hon er vælegnað til alt frá landsdystum til stórar konsertir og onnur tiltøk, so sum samfelagsmøtir ella ráðstevnur.

Høllin hevur 2.200 sitipláss og 500 standipláss til hondbóltsdystir, og upp til 4.700 siti- og standipláss til konsertir, so tað er munandi meiri, enn vit higartil hava havt her á landi. 

Umframt tiltøkini verður Stórhøllin Við Tjarnir eisini karmur um heilsugransking. Ein sáttmáli er gjørdur við Fróðskaparsetur Føroya um ein nýggjan ítróttarfakligan vitanardepil, sum fer at savna og menna gransking og vitan innan ítrótt, heilsu og rørslu.

Tað er nevndin fyri Stórhøllina Við Tjarnir, ið hevur sett Regin W. Dalsgaard. Í nevndini eru Guðrið Højgaard, Bergur Poulsen, Heðin Mortensen, Annika Olsen og Elin Heðinsdóttir Joensen. Nevndarformaðurin, Heðin Mortensen, fegnast um, at Regin W. Dalsgaard er settur sum stjóri, og nevndin hevur fult álit á, at hann fer at leiða Stórhøllina væl fram á leið.

Tilsamans 16 umsøkjarar vóru til starvið.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Betri Banki lækkar útlánsrenturnar
Kjølbro heilsøla messu í KÍ høllini
Ein Líri á vitjan á Hædd í gjár
"Skjótt er veðrinum um" -Myndarøð:
Nú hvítna tindar
MEST við í grønari ferju verkætlan
1.deild hjá KÍ spælir botngysara leygard…
Nú hvítna tindar fjøllum á
Undanførslur. Enn fleiri undanførslur og…
Takk fyri eitt hugnaligt kvøld í Klaksví…
Almennu fyriskip­ani­nar arbeiða ímóti úti…
Vunnu á Santa Lucia
Vit skulu byrgja fyri alt ov høgum skatt…
Miðflokku­rin stillar upp til býráðsvalið…
Freistin at fáa serprís til skeiðið v/­IM…
Skeið fyri nýggjum hjálpar­fólkum
Klaksvík summarið 1974
Tá vit goyma fiskin í sjónum! 3. partur
Skrúvuguds­tænastur­nar byrja aftur í kvøl…
28 tónleikaglað børn á konsertferð til S…