Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

Flott KÍ-avrik við 10 leikarum rakk til javnleik

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  22.08.2024 - 23:32 Ítrottur Tíðindi

Í yvirtíðini javnaði HJK Helsinki og fekk ein javnleik, sum útfrá málmøguleikum ikki var uppiborin.

Tað endaði 2-2 á Tórsvølli millum KÍ og HJK Helsinki. KÍ fekk ein leikara útvístan í fyrra hálvleiki, tá René S. Joensen fekk tvey rætt dømd gul kort. Tá var KÍ aftanfyri 1-0 og so lá í luftini, at nú kundi KÍ blíva úti av hesi uppgerðini. Men so var ikki. KÍ helt fram at trýsta og dugdi sera væl at fáa dystin at koyra, sum passaði til KÍ, har allir deyðbóltar blivu gagnnýttir. Og tað var útfrá deyðbóltum, at KÍ fekk bæði málini, sum Árni Frederiksberg og Hallur Hansson skoraðu. KÍ sá út til at fara at fáa ein 2-1 sigur, men í yvirtíðini javnaði Lee Erwin, sum eisini skoraði fyrra málið. Hann vísti seg at verða nógv skarpari leikari enn hinir leikararnir á vøllinum hendan dystin. Hesin álopsleikarin hevur m.a. eina fortíð í Leeds.

 


Dysturin er á lívi

Undan dystinum segði m.a. KÍ-liðskiparin, at endamálið var at halda dystinum á lívi. Og tað er hann. Hevði KÍ spælt ein eins góðan seinna hálvleik móti Borac Banja Luka við 11 móti 10, sum hendan seinna hálvleikin við 10 móti 11, so var KÍ longu í deildarspælinum. Hesaferð avrikaði KÍ væl yvir allan dystin og fýra ferðir vóru stengurnar í vegin í fyrra hálvleiki. Tó er tað ein smeitur fyri KÍ, at René S. Joensen(ið tó var í verjuni hendan dystin vegna skaðar) hevur leikbann til seinna dystin (Hallur Hansson hevur trý gul kort, men um vit skilja reglarnar rætt, so hevur hann ikki leikbann, tí eitt gult kort frá 2. umfari fellir burtur). Frammanundan mangla Jákup B. Andreasen, Deni Pavlovic, Claes Kronberg, Heini Vatnsdal og Odmar Færø, men kanska onkur av hesum blívur klárur til avgerandi dystin í Helsinki. HJK Helsinki er nokk favorittur, men útfrá hesum dystinum, har KÍ var betra liðið við einum leikara færri meir enn ein hálvleik, og við kappingarárinum hjá HJK Helsinki í huga, so hevur KÍ ein møguleika at gera tað spennandi í Helsinki um eina viku, har hvørki hiti ella grasvøllur verður ein avbjóðing.

 

Rættað 23.08 kl. 00.16

Lýsing
Seinastu tíðindini
Betri Banki lækkar útlánsrenturnar
Kjølbro heilsøla messu í KÍ høllini
Ein Líri á vitjan á Hædd í gjár
"Skjótt er veðrinum um" -Myndarøð:
Nú hvítna tindar
MEST við í grønari ferju verkætlan
1.deild hjá KÍ spælir botngysara leygard…
Nú hvítna tindar fjøllum á
Undanførslur. Enn fleiri undanførslur og…
Takk fyri eitt hugnaligt kvøld í Klaksví…
Almennu fyriskip­ani­nar arbeiða ímóti úti…
Vunnu á Santa Lucia
Vit skulu byrgja fyri alt ov høgum skatt…
Miðflokku­rin stillar upp til býráðsvalið…
Freistin at fáa serprís til skeiðið v/­IM…
Skeið fyri nýggjum hjálpar­fólkum
Klaksvík summarið 1974
Tá vit goyma fiskin í sjónum! 3. partur
Skrúvuguds­tænastur­nar byrja aftur í kvøl…
28 tónleikaglað børn á konsertferð til S…