Lýsing
Lýsing
Lýsing

KÍ fyllir 120 ár í dag

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  24.08.2024 - 11:38 Ítrottur Tíðindi

KÍ skrivar m.a. soleiðis um sína søgu:

Ár 1904 tann 24.august kl 17.30 seinrapartin á degi var tað, at nakrir menn hittust á fundi á skrivstovuni í handlinum á Biskupsstøð. Fundarevni var: at stovna eitt ítróttarfelag í Klakksvík. Hetta fingu teir væl í lag, sum gerðabókin so gjølla greiðir frá. Felagið fekk navnið: Idrætsclubben i Klaksvig. Síðani var ein trímannanevnd vald, ið skuldi stjørna felagnum. Í hana vórðu valdir: Harald á Trappuni, Ole Biskopstø og Urbanus Frederik Joensen. Til formann felagsins varð Haraldur valdur. Umframt ymiskt, ið var havt á munni, álegði stovningarfundurin nevndini sum skjótast at gera virkisreglur fyri felagið. Víðari var tað álagt nevndini at skipa so fyri, at felagið í framtíðini fekk rætt til at nýta tennisvøllin og vaksa um tað ”projekteraða” økið. Skilligt, so hava menn fingist við tennisspæl, áðrenn felagið varð íbirt.

 

Norðlýsið ynskir KÍ til lukku við 120 ára stovningardegnum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tróndur Sigurðsson tikið seg av javnaðar…
Veljarin er klárur til størri javnstøðu
Av sonnum ein stuttfluttur døgurði
Katrin stillar ikki upp aftur
Føroyska kvotan av norð­havssild fyri 202…
Bókasavnið fullsett um Victor
Helgi í stórum stíli
Konsertferð hjá skúla­hornorkestri­num á S…
Eldrasambýlið Vesturskin á Toftum 20 ár
Betri Banki lækkar útlánsrenturnar
Kjølbro heilsøla messu í KÍ høllini
Ein Líri á vitjan á Hædd í gjár
"Skjótt er veðrinum um" -Myndarøð:
Nú hvítna tindar
MEST við í grønari ferju verkætlan
1.deild hjá KÍ spælir botngysara leygard…
Nú hvítna tindar fjøllum á
Undanførslur. Enn fleiri undanførslur og…
Takk fyri eitt hugnaligt kvøld í Klaksví…
Almennu fyriskip­ani­nar arbeiða ímóti úti…