Lýsing
Lýsing
Lýsing
Jógvan á Lakjuni - abbasonur Victor - geiddi frá, at Victor, eftir at Bíblian var komin í 1949, var fegin um, at hann fekk høvið at endurskoða bíbliutýðingina eftir kríggið, sum eftir hansara tykki fekk ein vakrari málbúna | Mynd: Dávur Winther

Bókasavnið fullsett um Victor

SKRIVAÐ: orð og myndir: Dávur Winther  |  13.09.2024 - 07:05 Mentan Myndarøð Tíðindi

Á mentanardøgunum í Fuglafirði hevði Jógvan á Lakjuni, abbasonur Victor Danielsen - sunnudagin, hugtakandi fyrilestur um drúgva bókmenta-, týðingar- og skrivivirksemið hjá abbanum – undir heitinum, ”Bíblian 75 ár – Victor Danielsen – Søgan handan verkið”.

Victor hevði verið 130 ár í ár, og 75 ár eru liðin, síðani Bíblian á fyrsta sinni kom út á føroyskum máli, og tað var í hesum sambandi, at Jógvan hevði framløgu um abba sín, við serligum denti á bíbliutýðingarverk hansara.

Fyrilesturin var á bókasavninum í Fuglafirði, har eisini framsýning var sett upp, sum í orðum og myndum og enntá við handritum lýsti lív og verk Victors.

Jógvan greiddi fyrst í stuttum frá lívssøguni hjá Victor, sum var føddur í 1894, og stóra útgávuvirksemi hansara heilt frá 1917, tá ið hann týddi sín fyrsta sálm, og fram til deyða hansara í 1961. Hann skrivaði tvær skaldsøgur og týddi einar 18 bøkur, serliga úr enskum, bæði til vaksin og børm.

Hann umsetti heilar 900 sálmar og sangir til føroyskt og yrkti sjálvur einar 35, og hann gav fjøld av sálma- og sangbókum út. Umframt alt hetta var Victor trúboðari og ferðaðist um landið við boðskapinum, og hann var framúrskarandi talari.

Men tað størsta avrikið, Victor framdi, var einsamallur maður at týða Bíbliuna til føroyskt mál. Hann byrjaði at týða Nýggja Testamenti í 1934, og tað kom út tíðliga á vári 1937.

Jákup Dahl hevði frammanundan týtt Nýggja Testamenti til føroyskt, og tað var komið út í heftum frá 1923 til 1936. Victor og hansara menn roknaðu als ikki við, at tað fór at koma út í bræði, men Jógvan vísti á grein hjá Andrew Sloan, har hann greiðir frá, at um teir høvdu vitað, at Dahls Nýggja Testamenti fór at koma út, so vóru teir neyvan farnir undir hetta arbeiðið.

Bara tríggjar vikur, eftir at Nýggja Testamenti í týðing Victors var komið út, kom týðing Dahls eisini út, so eingin ivi er um, greiddi Jógvan frá, at Victor skundaði undir, at Nýggja Testamenti hjá Dahl kom út júst tá í 1937.

Jógvan vísti í fyrilestri sínum eisini á málstríðið í Føroyum - fyrra part av seinastu øld og ta øgiligu mótstøðu, sum Jákup Dahl, ið eisini hevði verið lærari hjá Victor á læraraskúlanum, hevði í stríði sínum fyri rættinum hjá føroyskum máli í skúla og í kirkju.

Jákup Dahl stríddist, men m.a. Dansk Bibelsskab og ikki minst politiskir mótstøðumenn í Føroyum forðaðu fyri, at føroyskt mál vann frama í skúla og í kirkju – og tískil kom hvørki sálmabók ella Bíblia út!

Men harafturímóti var Victor ikki fjøtraður í formalistiskum donskum leinkjum, sum Jógvan endurgav Tórbjørn Jacobsen fyri at hava sagt í øðrum samanhangi um Victor!

Victor fór beinanvegin, í mars 1937, undir at týða Gamla Testamenti, og longu á sumri 1939 var hann liðugur.

Ein sera áhugaverd og sjáldsom søga, sum Jógvan nevndi, var, at sonur Victor, Dánjal, sum bara var 16 ára gamal tá veturin-várið 1938-39, maskinskrivaði alla Bíbliuna fyri pápa sín, meira enn 3000 folio-ørk.

Bíblian skuldi so øll prentast í Oslo, og teir høvdu fingið rættlestur av einum 100 síðum, tá ið Noreg varð hersett, og alt steðgaði upp!

Hetta var sjálvandi ein øgiligur smeitur fyri Victor, og hann hevði tá lítlar vónir um, at hetta stóra verk fór at verða fullført.

Men eftir kríggið revideraði Victor alla Bíbliuna og broytti málið rættiliga nógv. Og síðani varð farið undir at prenta Bíbliuna í Føroyum.

Tað, at Bíblian varð prentað í Føroyum, er ein søga fyri seg, og Óli Jacobsen, sum var til fyrilesturin, greiddi frá, at eftir kríggið eydnaðist at útvega eina setimaskinu, sum bleiv keypt til endamálið.

Tað var Jens av Reyni, ið stóð fyri hesum. Tað var eitt prentsøguligt bragd, at Bíblian bleiv prentað í Føroyum, hjá Bókaprent. Hvørki fyrr ella síðan er ein slík bók prentað her á landi, legði Óli afturat.

Bíblian var liðugt sett á ólavsøku 1948, og kom út tann 19. mars 1949. Tað var Hin Føroyski Bíbliugrunnurin, stovnaður í 1948, sum gav Bíbliuna út. Hetta var ein søgulig stórhending, ja, ein heilt serligur merkisdagur í Føroya søgu.

Jákup Dahl doyði 6. juni 1944. Hann hevði tá umsett 1/3 av Bíbliuni. Kristian Osvald Viderø týddi hinar 2/3 av Bíbliuni, sum kom út 1961. Det Danske Bibelselskab gav hesa Bíbliuna út.

Bíblian á føroyskum og allir sálmarnir og sangirnir hava havt ómetaligan týdning fyri føroyskt mál!

Jógvan á Lakjuni geiddi frá, at Victor, eftir at Bíblian var komin í 1949, var fegin um, at hann fekk høvið at endurskoða bíbliutýðingina eftir kríggið, sum eftir hansara tykki fekk ein vakrari málbúna.

Ein frálík frásøgn um hesa serligu Bíbligu-søgu, ið hevur so nógv spenningsfeltir kring um seg. Eitt megnar arbeiði av einum manni, sum ikki gjørdist gamal, Victor Danielsen, sum var føddur í Søldarfirði 28. mars 1894, andaðist 2. februar 1961 í Fuglafirði.

Sum sagt var lítla og vakra bókasavnið stúgvandi fullt og var áhugavert at síggja handritini eisini – maskinskrivaði og so við hondskriftini og blýantinum hjá Victor aftur rættaði til tað, sum síðani er prentað og útkomið í Bíbiltýðing hansara í 1949.

Her er sanniliga tilfar til eitt heilt bókaverk um henda merkismann, tíðina, umstøðurnar, málið og so mangt annað.

Lýsing
Seinastu tíðindini
John hin drúgvi
Púra trygt at lækka blokkin
Nú byrjar Morgunsangur aftur eftir summa…
Tiltak 25. september í Klaksvík um burða…
Reisigildi á Viðareiði
Vísindavøka á ferð á Klaksvíkar Bókasavn…
Virkið Heyst verður í komandi viku
Á rannsóknarferð í Klaksvík
Eystur­kommuna við nýggjari tiltaksheimas…
Høgni remis í maratontalvi
Ferðafrásøgn – Hornorkestrið á Skúlatrøð
KÍ hevur vunnið 80 UEFA-milliónir inn sí…
Sambands­flokku­rin stillar upp til Klaksv…
Kom og fríðka um býin
Óvanligur grindadagur í Klaksvík
Flyglið komið.
Klaksvíkar kommuna skipar fyri vinnudegi
Tunlar gera okkum ikki til havnar­fólk
Tvær góðar upplivingar í Klaksvík
Myndarøð: Grind á pollinum í dag