Rætta sjálvstýriskósin sett
Sjálvstýri ynskir eina kós, har Føroyar vinna størri sjálvræði gjøgnum samstarv og javnrættindi. Miðjast skal eftir eini samstarvsavtalu millum Føroyar, Danmark og Grønland – á jøvnum føti, har øll londini standa sterk saman.
Sjálvstýri hevur altíð arbeitt fyri størri sjálvræði fyri Føroyar, grundað á samstarv og javnrættindi. Vit fegnast tí um, at aðrir flokkar nú hava tikið týðandi fet á somu kós og nærkast einum framtíðar sjálvstýri. Vónin er, at vit øll arbeiða fram ímóti tí, ið Sjálvstýri altíð hevur raðfest: ein felagskap millum Føroyar, Danmark og Grønland, har allir partar virka sum líkastillaðar tjóðir.
Ein slík samstarvsavtala skal avloysa verandi ríkisfelagsskap, ið ikki røkkur til ynskini hjá føroyingum. Vit hava brúk fyri einum felagskapi, sum er grundaður á javnrættindi og tryggjar øllum pørtum eina javna støðu – ein framtíð, har øll trý londini gerast vinnarar.
Tørvur á hegni og samstarvi
Politiska rákið sær í løtuni út til at vera fyri hesum samstarvi. Sjálvstýri harmast tí um ikki at vera umboðað á Føroya løgtingi í hesum avgerandi tíðarskeiði. Tað krevst hegni, samstarvsvilji og politiskt skil til at tryggja eitt úrslit, har Føroyar kunnu standa á egnum beinum. Hetta er ikki løtan til poltiskar tvístøður, men ein møguleiki fyri Føroyar at taka stór fet framá.
Ein framtíð á jøvnum føti
Vit skulu ikki hava eina nýggja sjálvstýrislóg – vit skulu hava eina samstarvsavtalu, sum staðfestir, at Føroyar, Danmark og Grønland eru líkastillaðar samstarvspartar. Henda avtalan skal tryggja, at vit saman kunnu standa sterk í altjóða høpi, men á einum støði, har javnvág og virðing eru kjarnin.
Sjálvstýri vil framhaldandi virka einum sjálvstýrissamfelagi, grundaðum á virðing, samstarvi og javnrættindum. Við felags vilja kunnu vit byggja eina nýggja framtíð fyri Føroyar, har vit sjálvi hava fulla ávirkan á okkara egnu politisku viðurskifti.
Trygdin skal styrkjast
Í eini tíð við ótryggleika á okkara leiðum hevur tað serliga stóran týdning, at spenningar millum Føroyar, Danmark og Grønland minka. Vit í Sjálvstýri eru sannførd um, at trygdin fyri øll trý londini styrkist, tá samstarvið byggir á javnrættindi, virðing og felags álit.
Við sjálvstýriskvøðu
Landsnevnd Sjálvstýrisins
Sámal Petur í Grund, formaður