Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Konsertferð hjá skúlahornorkestrinum á Skúlatrøð

SKRIVAÐ: Skúlahornorkestrið  |  12.09.2024 - 21:15 Mentan Myndarøð Tíðindi

Fylgið við konsertferðini við áhugaverdum ferðafrásagnum og myndum her á Norðlýsinum komandi dagarnar

 

Hósdagurin 12.09.2024

Vit skuldu øll møta á flogvøllinum kl.11.00. Fráferðin  var kl.13.10. Øll vóru so sera spent, og tað sást á børninum. Onkur hevði næstan onki sovið, og onkur hevði sindur ilt í búkinum. Men vit komu øll avstað í øllum góðum.

Lend í Edinburgh stóð guide’in frá Club Europe og tók í móti okkum. Vit blivu deild í tveir bussar, og leiðin gekk til Stirling. Nakrir av dreinginum høvdu sett seg væl fyri. Teir sótu á fremstu parket og høvdu beinleiðis samband við bussføraran. Skjótt hoyrdist útsagnir s.s.  “Thats cool”, “do you mean it” osfv. Eftir eina løtu helt bussførarin, at tíðin var komin at tendra mikrofonina, og fór hann at deila vitan, sum var viðkomandi fyri okkum øll í bussinum, millum annað sóust tvey stór rossahøvd, har lítil søga hoyrdi til.

Tá vit komu til Stirling eftir lítlan tíma í bussinum, vóru vit vælmóttikin á Stirling Hostel. Vit blivu deild í kømur av ymiskari stødd og høvdu frí í góðar tveir tímar, til nátturðin var.

Møguleikarnir í Stirling eru fleiri. Nøkur brúktu tíðina at vitja Stirling Castle og Stirling Old Town Jail, meðan tað eisni vóru nakrar garrvillar mammur, ið høvdu funnið ein Shopping Centur. Onkur megnaði at fylla posan, men aðrar blivu púra bimmelimm.

Her á vallaraheiminum eru góður møguleikar hjá bæði børnum og vaksnum at hugna sær, spæla spøl og læra hvønn annan at kenna.

Bæði børn og vaksin er spent til dagin í morgin, tá okkara fyrsta konsert verður her í Stirling.

Lýsing
Seinastu tíðindini
G19: Mjølnir er føroyameistari
Tíðartekn­ini - Páll Poulsen í Betesda su…
FM verður avgjørt í morgin!
Vit mugu víðari!
KÍ vann greiðan sigur í stórsteypadystin…
Ger tað møguligt hjá ungum at keypa sítt…
Eydnuhjól í Skálanum sunnudagin
Stjørnan tekur ímóti VÍF í morgin
Orka framyvir — trygd, prísur og grøn fr…
Virðið pensjónistar – hjálpið kvøldskúla…
Føroyska málið og mentanin fyri hóttafal…
Míni hjartamál: Strika 8000kr, útleigara…
Løgtingsvalið: Norðlýsið on Tour
Kvinnu­ungl­ingar: Mjølnir er føroyameista…
- Sirið og eg kunnu seta rekord
Leivur Øssursson TG 32
Bárður á Steig Nielsen og Anna Falkenber…
FM-stríðið fær fyrstu stóru ábendingina
Johnny um dýr vallyfti: Hetta skalt tú k…
Í kvøld spælir Team Klaksvík síðsta dyst…
Lýsing