Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd gjørd í sambandi við forloysandi løtuna í 2019, tá fremsta mansliðið eftir 20-ára turk endiliga vann føroyameistaraheitið aftur | Mynd: KÍ

Klaksvíkar Ítróttarfelag 120 ár á baki

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  24.08.2024 - 12:59 Ítrottur Mentan Tíðindi

Í dag, hin 24. august 2024, fyllir Klaksvíkar Ítróttarfelag stórthundrað ár. Felagið hevur verið slóðbrótandi á mongum økjum, og tað ikki bert ítróttarliga. Tað er ikki at taka munnin ov fullan at siga, at KÍ hevur sera nógv at siga fyri samleikan hjá klaksvíkingum og mentanina í Norðoyggjum. Neyvan nakað man fylla meira enn KÍ í prátinum í kaffipausum kring Norðoyggjar dagin eftir dyst 

 

 

Tveir teir størstu stoltleikarnir í Klaksvík vóru eisini teir fyrstu at brúka navnið ”Klaksvíkar” í nøvnum sínum. Teir eru Klaksvíkar Sjúkrahús frá 1898 og Klaksvíkar Ítróttarfelag frá 1904. Hesi nøvnini fingu tey sær longu áðrenn býarheitið var Klaksvík; nakað sum tað gjørdist í 1907, tá tær fýra bygdirnar Myrkjanoyri, Gerðar, Uppsalir og Vágur formliga løgdu saman til ein bý og eina kommunu.

Tað er onki at taka seg aftur í, at felagið hevur eina sera stolta søgu og mangan hevur gjørt býin stoltan. Til dømis sigraði KÍ á fyrstu Norðoyastevnuni í 1936, og felagið vann eisini fyrsta føroyameistaraheitið í fótbólti í 1942. Tiltikna ’66-liðið hevur eina sigursrøð, sum higartil ongantíð er tikin, og besta mansliðið hevur vunnið tilsamans 21 føroyameistaraheiti, sum er tað næstmesta í fremstu mansdeildini.

Felagið skarar uppaftur meira framúr, tá tað kemur til viðhaldsfólkini rundan um felagið. Fjepparaskarin hjá KÍ er tann størsti í landinum, og hóast úrslitini og áhugin ávirka hvønn annan, so hevur KÍ eisina eina trivaliga áskoðarafjøld, tá tað gongst illa. Illa gekst eitt nú í 2009, tá felagið noyddist ta tungu leiðina niður í næstbestu deildina, men við góðum stuðlum og áskoðarum hevur felagið svingað seg uppaftur hagar, tað er stuttligt at vera. Í fjør sló KÍ metið í europeiskum fótbólti og gjørdist tað fyrsta og higartil einasta at vera við í einum europeiskum bólkaspæli – ein luttøka, sum felagið júst í hesum døgum stríðist manniliga fyri at endurvinna.  

Umframt fremsta mansliðið hevur felagið eisini tað nógv mest vinnandi kvinnuliðið í landinum og bæði er og hevur verið slóðbrótandi á ungdómsøkinum við sínum vælsmurda akademii. Framtíðin sær sostatt bjørt út fyri stórthundrað ára gamla fótbóltsfelagið.

Við hesum reglum skal vera ynskt Klaksvíkar Ítróttarfelag hjartaliga tillukku við 120-ára føðingardegnum og blíðan byrð tey komandi hundrað og tjúgu árini! Somuleiðis verður av hjarta ynskt góða eydnu til lagnudystin í Helsinki komandi hóskvøld.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tróndur Sigurðsson tikið seg av javnaðar…
Veljarin er klárur til størri javnstøðu
Av sonnum ein stuttfluttur døgurði
Katrin stillar ikki upp aftur
Føroyska kvotan av norð­havssild fyri 202…
Bókasavnið fullsett um Victor
Helgi í stórum stíli
Konsertferð hjá skúla­hornorkestri­num á S…
Eldrasambýlið Vesturskin á Toftum 20 ár
Betri Banki lækkar útlánsrenturnar
Kjølbro heilsøla messu í KÍ høllini
Ein Líri á vitjan á Hædd í gjár
"Skjótt er veðrinum um" -Myndarøð:
Nú hvítna tindar
MEST við í grønari ferju verkætlan
1.deild hjá KÍ spælir botngysara leygard…
Nú hvítna tindar fjøllum á
Undanførslur. Enn fleiri undanførslur og…
Takk fyri eitt hugnaligt kvøld í Klaksví…
Almennu fyriskip­ani­nar arbeiða ímóti úti…