Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

Upptakt: KÍ-EB/Streymur

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  25.08.2024 - 07:02 Ítrottur Tíðindi

Í dag fær KÍ eina av uppgávunum, sum søguliga sæð vísa seg at verða rættuliga truplar.

Tað er tá KÍ spælir landskappingardystir millum altjóða dystir, at KÍ stórt sæð altíð hevur tað strævið. Teir dystir sum verða vunnir verða sjáldan vunnir meir enn akkurát. Ein orsøk er, at tað verður mett neyðugt er at gera nógvar broytingar á liðnum fyri at varðveita ein góðan møguleika til altjóða dystirnar, og hesaferð kann væntast, at teir flestu leikararnir, sum skulu byrja hósdagin, ikki verða við frá byrjan. Seinast vóru Jákup B. Andreasen, Claes Kronberg, Deni Pavlovic, Heini vatnsdal og Odmar Færø uttanfyri við skaðum og hesaferð verður neyvan satsa við nøkrum teirra.

Hjá EB/Streymi eru fleiri klaksvíkingar í hópinum og onkrir teirra eru leigaðir. Hóast UEFA ikki loyvir, at lið nokta liðum at brúka útleigaðar leikarar móti egnum felag, so gera liðini onkuntíð innanhýsis avtalir um hetta, men sum skilst er eingin slík avtala fyri KÍ-leikararnar, sum tí kunnu spæla eins og ÍF-leikararnir gjørdu fyrr í summar.

 


Dysturin í Klaksvík byrjar kl. 15.00. Dómari verður Svend Funder úr Danmark.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tróndur Sigurðsson tikið seg av javnaðar…
Veljarin er klárur til størri javnstøðu
Av sonnum ein stuttfluttur døgurði
Katrin stillar ikki upp aftur
Føroyska kvotan av norð­havssild fyri 202…
Bókasavnið fullsett um Victor
Helgi í stórum stíli
Konsertferð hjá skúla­hornorkestri­num á S…
Eldrasambýlið Vesturskin á Toftum 20 ár
Betri Banki lækkar útlánsrenturnar
Kjølbro heilsøla messu í KÍ høllini
Ein Líri á vitjan á Hædd í gjár
"Skjótt er veðrinum um" -Myndarøð:
Nú hvítna tindar
MEST við í grønari ferju verkætlan
1.deild hjá KÍ spælir botngysara leygard…
Nú hvítna tindar fjøllum á
Undanførslur. Enn fleiri undanførslur og…
Takk fyri eitt hugnaligt kvøld í Klaksví…
Almennu fyriskip­ani­nar arbeiða ímóti úti…