Lýsing
Lýsing
Lýsing

KÍ avgjørdi við 9 móti 11

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  25.08.2024 - 19:09 Ítrottur Tíðindi

Tað var dramatikkur fyri allar pengarnar í Klaksvík í dag.

Tey sum hava fylt eitt sindur við KÍ síðsta góða árið eiga at verða fyrireikað uppá tað. Tá KÍ spælir millum tveir altjóða dystir og skiftir nógv út, so fær KÍ tað torført. Soleiðis var aftur hesaferð sum væntað. KÍ hevði gjørt seks broytingar frá dystinum móti HJK Helsinki, har allur álopsparturin var skiftur út.

Í fyrra hálvleiki vóru fáir málmøguleikar. Einaferð bjargaði KÍ á mállinjuni, men tá KÍ fekk ein stóran møguleika í longdu leiktíðini, so tók Mads Boe Mikkelsen av og skoraði til 1-0.

 


Reytt kort, skaði og umstríddar dómaraavgerðir

Í seinna hálvleiki hendi ikki tað stóra fram til 62. minutt, tá Albert Ejupi fekk sítt seinna gula kort og so spældi KÍ við 10. Triðja reyða kortið hjá KÍ móti EB/Streymi í ár.

Í 77. minutti javnaði innskifti Boubacar Dabo fyri EB/Streym. Og so byrjaði dramatikkurin. Innskifti Jonn Johannessen bleiv skaddur og so spældi KÍ síðstu løtuna við 9 móti 11. Tað leikaði javnt á og KÍ mátti satsa, tí ein javnleikur kundi ikki brúkast til nakað.

Bæði liðini høvdu stórar møguleikar. Bergur Poulsen skallaði beint viðsíðuna av og René S. Joensen skeyt á stongina. Dómarin legði seks minuttir afturat. Tá 95 minuttir vóru farnir fór EB/Streymur í skjótálop. Dabo spældi Jens Erik Bruhn púra fríðan. Jens Erik heilkiksaði, men rakti í Emil W. Joensen og bólturin endaði í málinum. Men linjuverjin flaggaði fyri rangstøðu. Útfrá upptøkunum er trupult at staðfesta, um hetta var rætt ella skeivt dømt. Løtu seinni fer KÍ í álop. Verjan hjá EB/Streymi er illa skipað og Kristoffer Ødemarksbakken verður leysur. Hann dettur og danski dómarin bríkslar fyri brotssparki. Eitt brotsspark sum neyvan er semja um. Har er samband millum leikararnar, men spurningurin er, um KÍ-leikarin spælir ov nógv uppá tað. Páll A. Klettskarð skoraði brotssparkið í 99. minutti og skoraði harvið sítt mál nt. 200 í Betri Deildini, harav 193 fyri KÍ.

Sigurin hjá KÍ ger, at lítla vónin, ið summir norðoyingar enn hava fyri FM, livur víðari.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tróndur Sigurðsson tikið seg av javnaðar…
Veljarin er klárur til størri javnstøðu
Av sonnum ein stuttfluttur døgurði
Katrin stillar ikki upp aftur
Føroyska kvotan av norð­havssild fyri 202…
Bókasavnið fullsett um Victor
Helgi í stórum stíli
Konsertferð hjá skúla­hornorkestri­num á S…
Eldrasambýlið Vesturskin á Toftum 20 ár
Betri Banki lækkar útlánsrenturnar
Kjølbro heilsøla messu í KÍ høllini
Ein Líri á vitjan á Hædd í gjár
"Skjótt er veðrinum um" -Myndarøð:
Nú hvítna tindar
MEST við í grønari ferju verkætlan
1.deild hjá KÍ spælir botngysara leygard…
Nú hvítna tindar fjøllum á
Undanførslur. Enn fleiri undanførslur og…
Takk fyri eitt hugnaligt kvøld í Klaksví…
Almennu fyriskip­ani­nar arbeiða ímóti úti…