Lýsing
Lýsing
Lýsing
Annfinnur Heinesen, leiðari í Varpinum, Dávur Winther, skrivari í Grunninum, Mentanarhús í Klaksvík, Alice Eldevig fra Juhl-Sørensen í Árhus, Jóhannes Andreasen, klaverleikari og Heri Ellingsgaard frá Grunninum, Mentanarhús í Klaksvík. | Mynd: Dávur Winther

Varpið keypt besta flyglið frá Steinway

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  26.08.2024 - 11:46 Mentan Tíðindi

- Hetta hevur verið ein drúgv tilgongd, sum hevur vart í eini tvey ár, har vit hava arbeitt við at keypa eitt flygul til nýggja mentanarhúsið, Varpið í Klaksvík, sigur Dávur Winther, mentanarleiðari í Klaksvíkar kommunu við morgunsendingina í Krinvarpinum.

- Vit hava keypt tað størsta og flottasta konsertflyglið frá Steinway - eitt sokallað D 274 við innbygdari Spiri R-tøkni, sigur Dávur.

Steinway Spirio er ein skipan, har tvey flygul kunnu spæla saman - skilt á tann hátt, at ein klaverleikari kann sita í Sydney og spæla á flygilið í Varpinum í Klaksvík.

Hetta gevur fleiri møguleikar, millum annað til konsertir ella undirvísing, sigur Dávur Winther, sum eisini er skrivari í Grunninum, Mentanarhús í Klaksvík, ið byggir Varpið - og sum nú keypir hetta snotiliga og spennandi flyglið.

 

 

Nýggja Steinway flygilið kostar um tvær milliónir krónur og er fíggjað við grunnum og stuðlum.

 

Konsertflygilið Steinway D-274 er flaggskipið hjá Steinway & Sons

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ziska 1b hevur evnisarbeiði
U16 Genturnar spæla semifinalu í kvøld
Føroyskur politistur og politihundur hei…
Tróndur Sigurðsson tikið seg av javnaðar…
Veljarin er klárur til størri javnstøðu
Av sonnum ein stuttfluttur døgurði
Katrin stillar ikki upp aftur
Føroyska kvotan av norð­havssild fyri 202…
Bókasavnið fullsett um Victor
Helgi í stórum stíli
Konsertferð hjá skúla­hornorkestri­num á S…
Eldrasambýlið Vesturskin á Toftum 20 ár
Betri Banki lækkar útlánsrenturnar
Kjølbro heilsøla messu í KÍ høllini
Ein Líri á vitjan á Hædd í gjár
"Skjótt er veðrinum um" -Myndarøð:
Nú hvítna tindar
MEST við í grønari ferju verkætlan
1.deild hjá KÍ spælir botngysara leygard…
Nú hvítna tindar fjøllum á