Lýsing
Lýsing
Lýsing

Føroyskur politistur og politihundur heiðraðir fyri serligt hjálparavrik

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  13.09.2024 - 14:08 Tíðindi

Hundaførarin Finn Hansen og politihundur hansara Tobbi fingu í gjár heiðurssteypið, sum árliga verður latið einum hundaførara í danska kongaríkinum, sum hevur gjørt eitt heilt serligt hjálparavrik.

 

Heiðurssteypið, sum verður latið av Ríkispolitistjóranum, er ein viðurkenning til ein hundaførara, ið hevur framt eitt serliga gott avrik og harvið bjargað einum barni, einum sjúkum persóni ella einum ússaligum eldri persóni. Hetta er fyrstu ferð, at ein føroyskur politistur fær henda heiður.

Heiðranin kemur í kjalarvørrinum av eini ógvusligari hending, sum skuldi loysast undir truplum umstøðum, og sum tíbetur endaði væl.

Vit í Føroya Politi eru sera errin av Finn og Tobba, teirra megnar arbeiði og innsatsi. Svarti sjefarin er einasti hundur í bólki 1 í Føroyum. Hetta er hægsta stig, ein patruljuhundur kann fáa.

 

 

Til staðar á heiðursløtuni í Ríkispolitinum í Keypmannahavn. Frá vinstru:

  1. John Jensen, varapolitiinspektørur í Nordsjællands Politi, sum hevur yvirskipaðu ábyrgdina fyri politihundarnar í danska kongaríkinum
  2. Steen Nørskov, chefpolitiinspektørur
  3. Thorkild Fogde, ríkispolitistjóri
  4. Finn Hansen, politistur og hundaførari
  5. Jan Eli Dam, hundafakligur samskipari
  6. Michael Boolsen, fúti
Lýsing
Seinastu tíðindini
John hin drúgvi
Púra trygt at lækka blokkin
Nú byrjar Morgunsangur aftur eftir summa…
Tiltak 25. september í Klaksvík um burða…
Reisigildi á Viðareiði
Vísindavøka á ferð á Klaksvíkar Bókasavn…
Virkið Heyst verður í komandi viku
Á rannsóknarferð í Klaksvík
Eystur­kommuna við nýggjari tiltaksheimas…
Høgni remis í maratontalvi
Ferðafrásøgn – Hornorkestrið á Skúlatrøð
KÍ hevur vunnið 80 UEFA-milliónir inn sí…
Sambands­flokku­rin stillar upp til Klaksv…
Kom og fríðka um býin
Óvanligur grindadagur í Klaksvík
Flyglið komið.
Klaksvíkar kommuna skipar fyri vinnudegi
Tunlar gera okkum ikki til havnar­fólk
Tvær góðar upplivingar í Klaksvík
Myndarøð: Grind á pollinum í dag