Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ferðafrásøgn – Hornorkestrið á Skúlatrøð

SKRIVAÐ: Hornorkestrið á Skúlatrøð  |  16.09.2024 - 22:42 Mentan Myndarøð Tíðindi

Fylgið við konsertferðini við áhugaverdum ferðafrásagnum og myndum her á Norðlýsinum komandi dagarnar. Fimti partur hesaferð

 

 

Mánadagur 16. sep 2024 Vit hava nú verið saman í 5 dagar, 63 fólk tilsamans, á konsertferð í Skotlandi við Hornorekstrinum á Skúlatrøð. Tað hava verið 5 sera góðir dagar fyri bæði børn og vaksin. Dagurin í dag byrjaði sum altíð við morgunmati á Stirling Youth Hostel. Síðani varð alt viðføri og ljóðførini pakkað umborð á bussin, sum koyrdi okkum til GoApe, sum er ein klatripark uttan fyri Edinburgh. Hetta var eitt ordiliga stuttligt og frískligt upplivilsi at enda túrin við.

Bæði børn og vaksin fingu seg royndan at klatra og sveiggja millum trøini í vøkru náttúruni. Har vóru eisini góðir møguleikar fyri at hugna sær við einum drekkamunni og einum spaseritúri, so summi nutu parkina á tann hátt við báðum beinunum á jørðini, meðan hini høvdu mist jørðforbindilsi.

Í bussinum á veg til flogvøllin nýtti Milja høvið at takka ferðaleiðaranum, Armelle frá Club Europe, fyri góða tænastu. Hon hevur fylgt okkum allar dagarnar. Í skrivandi løtu sita vit á flogvøllinum í Edinburgh á veg heim aftur. Vit eru fylt upp við nøgdsemi, takksemi og lærdómi av øllum, sum vit hava upplivað, sæð, notið og lært á túrinum. Ikki minst, so eru vit ómetaliga errin av øllum børnunum í orkestrinum, sum hava spælt so væl og vakurt tríggjar konsertir tríggjar dagar á rað.

Børnini í Hornorkestrinum á Skúlatrøð eru í aldrinum 10-12 ár, og tey hava nú fyri fyrstu ferð roynt at spælt konsertir uttanlands. Tað hevur verið ein sonn fragd at sæð tey spælt saman og eisini saman við skotskum orkestrum, og tey hava fingið nógv væl uppiborið rós við á vegnum.

Alt í alt ein sera væleydnaður og mennandi túrur, sum hevur styrkt bæði tað sosiala samanhaldið og gleðina við at spæla horn. Ein stór tøkk skal ljóða til øll, sum hava stuðlað okkum soleiðis, at henda konsertferðin kundi gerast veruleiki.

Ps. Ein av yndissangunum hjá børnunum at spæla eitur “Bad Weather”, og Milja og Fiona plaga at siga, at tað eru vit føroyingar ekspertar í og kanska skotar eisini. Men veðrið hevur verið í okkara parti allan túrin, so vit kenna okkum heppin.

Takk fyri okkum - og takk fyri, at tit hava fylgt við. Hornorkestrið á Skúlatrøð

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað góða samstarvið
Hallur hevur eykakonsert í Varpinum
Árni Frederiksberg hevur tilboð frá flei…
Kvøldskúlin: Komið og lærið nýggja taluk…
Ódn og stórir vinnuskaðar ávirka fyrra h…
Kokkaskúlin í TSK við í norð­urlendskum m…
Tvey norsk manskór vitja Klaksvík í viku…
8 føroyingar bjargaðir av bretskum hetju…
Føroyar varðveita somu kredittmeting
Lívsdygd, trivnaður og umsorgan
John hin drúgvi
Púra trygt at lækka blokkin
Nú byrjar Morgunsangur aftur eftir summa…
Tiltak 25. september í Klaksvík um burða…
Reisigildi á Viðareiði
Vísindavøka á ferð á Klaksvíkar Bókasavn…
Virkið Heyst verður í komandi viku
Á rannsóknarferð í Klaksvík
Eystur­kommuna við nýggjari tiltaksheimas…
Høgni remis í maratontalvi