Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tað góða samstarvið

SKRIVAÐ: Annika S. Biskopstø  |  18.09.2024 - 23:51 Politikkur Tíðindaskriv

Í Klaksvík eru nógvir møguleikar. Her er menning og nørandi gróður. Tó einsamøll fáa vit ikki gjørt tað stóra. Saman fáa vit útint nógv í verki.    

 

Men hvør er í parti við hvørjum, kunnu vithelst spyrja, nú val er í hondum.

Kanska er tað spell, at vit til kommunuvalið skulu umboða so nógvar ymiskar flokkar. Í míni verð er býráðs- og landspolikkur hvør sítt. Og sjálv haldi eg at tað hevði givið meining, um valið ístaðin var í millum persónar og góðar ætlanir. Tað hevði eisini verið gott, um vit sluppu undan at hugsa taktiskan partapolitikk fyri at fáa ávirkan íKlaksvíkar Býráð.

Ein góð býarætlan setur ongan eftir. Hon er størri og rúmligari enn nakar einstakur flokkur.

Býráðspolitikkur skal ikki verða eitt “one man show.” Ella samgonga ímóti andstøða. Har alt fer at snúgva seg um okkum ella tykkum. 

Tað má heldur ikki vera valdið ella pengarnir, men heldur viljin at gera tað góða og rætta fyri býin og kommununa, sum fær tað at renna saman millum flokkar og persónar – eisini aftaná valið.   

Um tað hepnast mær at røkka inn um býráðgátt, og eg fái møguleikan at gera mína ávirkan galdandi, so vil eg at arbeiða fyri, at vit fáa eina væl rikna og rúmliga kommuni, har øll føla seg hoyrd, sædd og virðismett. 

Vit lata okkum velja, tí vit ynskja at tæna borgarunum, sum her vilja búgva. 

Tað góða politiska samstarvið er ókeypis. Men vit hava heldur ikki ráð til annað. 

 


Annika S. Biskopstø

Býráðslimur   

Lýsing
Seinastu tíðindini
Væleydnað ráðstevna í Varpinum um talgil…
Elsti KÍ-leikarin tekur eitt tørn aftura…
Klaksvíkar Kommuna í rúkandi menning
Formula sett KT-trygdarleiðara
Ein treytaleys umbering til Lóður
Eidesgaard leitar desperatur eftir synda…
“Fyri Barnsins Besta”
Bókaútgáva: Hevur føroyskt virðismeta…
Hví bara Klaksvík?
Vunnu á Suðurkorea
Tað góða samstarvið
Hallur hevur eykakonsert í Varpinum
Árni Frederiksberg hevur tilboð frá flei…
Kvøldskúlin: Komið og lærið nýggja taluk…
Ódn og stórir vinnuskaðar ávirka fyrra h…
Kokkaskúlin í TSK við í norð­urlendskum m…
Tvey norsk manskór vitja Klaksvík í viku…
8 føroyingar bjargaðir av bretskum hetju…
Føroyar varðveita somu kredittmeting
Lívsdygd, trivnaður og umsorgan