Lýsing
Lýsing
Lýsing

Lívsdygd, trivnaður og umsorgan

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  18.09.2024 - 09:47 Tíðindaskriv

Tiltakið verður snotiliga Varpinum í Klaksvík, týsdagin 24. september frá kl. 19-22.

 

Í sambandi við Altjóða Alzheimerdagin, sum er í september, skipar Alzheimerfelagið fyri almennum tiltaki við yvirskriftini:

„Hvussu skapa vit ein góðan gerandisdag fyri fólk við demenssjúku?“

Tiltakið verður snotiliga Varpinum í Klaksvík, týsdagin 24. september frá kl. 19-22.

 

Á skránni verður m.a. ein áhugaverdur fyrilestur við Mette Søndergaard, sum hevur drúgvar royndir sum fyrilestrarhaldari og undirvísari, m.a. frá Ergoterapeutskúlanum í Odense, Sociale Højskolen í Odense og á Demenssamskiparaútbúgvingini, sum fleiri starvsfólk innan demensøkið í Føroyum hava nomið sær.

Mette er tiltikn góður fyrilestrahaldari og hevur í mong ár arbeitt fyri at ávirka og menna umsorganarmentanina á demensøkinum, soleiðis at einstaka menniskjað kann kenna seg týdningarmikið saman við øðrum menniskjum.

Mette sigur m.a.:

“Tað er ymiskt, sum motiverar ymisk fólk – og hetta ger seg eisini galdandi fyri fólk við demenssjúku. Tú finnur bert útav, hvat motiverar tað einstaka menniskjað, við at seta teg sjálva-/n til viks, vera forvitin og lurta væl eftir ella finna út av, hvat persónurin veruliga sigur ella reagerar uppá.

Fólk við demenssjúku, sum búgva á ellis- og røktarheimi, hava tørv á at vera við í viðkomandi gerandisvirksemi, eins og øll onnur.

Dagliga virksemið er nevniliga við til at hjálpa okkum at varðveita okkara samleika og persónsmensku, halda ymiskar funktiónir viðlíka og geva vælveru og lívsdygd. Men tann svinnandi kognitivi førleikin hjá fólki við demenssjúku, ger tað avbjóðandi fyri tann sjúka at skapa ein innihaldsríkan gerandisdag. Tí hava fólk við demenssjúku ein serligan tørv á motivatión og stuðli fyri at halda á við gerandisvirkseminum.

Fólk við demenssjúku hava brúk fyri, at umhvørvið og starvsfólk, sum eru um tey, motivera, stuðla og síggja møguleikar fyri at fáa hvønn einstakan við í ymiskt gerandisvirksemi.

Við mínum nógvu ára royndum sum undirvísari og mennari innan eldra- og demensumráðið, verði eg enn hugtikin av tí heilt serliga í lívinum hjá einum menniskja: At flenna, sansa, brúka egnar førleikar og kenna seg týdningarmiklan saman við øðrum menniskjum. Eins og eg framhaldandi eri sera upptikin av at ávirka og menna umsorganarmentanina í eina djarvari og meira hugfloygda kós, har arbeitt verður við størri fakligum fokus á mentala trivnaðin"

 

Mette Søndergaard hevur skrivað tvær áhugaverdar  bøkur:  

•       “Demens og aktiviteter i et livshistorisk perspektiv, Academica 2004

•       “Livet i leve-bomiljø, OSI 2008

 

 

 

Skrá fyri tiltakið:

Naina Túgvustein, forkvinna í Alzheimerfelagnum bjóðar vælkomin

“Lívsdygd, trivnaður og persónssentrerað umsorgan. Hvussu skapa vit ein gerandisdag við trivnaði – við at motivera og inndraga fólk við demenssjúku?” Mette Søndergaard, ergoterapeutur og rithøvundur.

 

Kaffisteðgur

Framhald: “Lívsdygd, trivnaður og persónssentrerað umsorgan.” Mette Søndergaard.

“Hvat skal til fyri at skapa trivnað á einari demensdeild, sæð úr sjónarhorninum hjá einum avvarðandi” Poulina Poulsen, avvarðandi.

“Verkætlan, kommunal demenssamskipan – lýsing av virkseminum hjá einum kommunalum demenssamskipara” Unn Justinussen, næstforkvinna í Alzheimerfelagnum.

 

 

Orðstýrari: Guðrið Hovsgaard

Atgongumerkir á 100 kr er at fáa á heimasíðuni hjá Varpinum: varpid.fo

 

 

Myndatekstur:

Mette Søndergaard, ergoterapeutur, fyrilestrahaldari, undirvísari, ráðgevi og rithøvundur

Lýsing
Seinastu tíðindini
Formula sett KT-trygdarleiðara
Ein treytaleys umbering til Lóður
Eidesgaard leitar desperatur eftir synda…
“Fyri Barnsins Besta”
Bókaútgáva: Hevur føroyskt virðismeta…
Hví bara Klaksvík?
Vunnu á Suðurkorea
Tað góða samstarvið
Hallur hevur eykakonsert í Varpinum
Árni Frederiksberg hevur tilboð frá flei…
Kvøldskúlin: Komið og lærið nýggja taluk…
Ódn og stórir vinnuskaðar ávirka fyrra h…
Kokkaskúlin í TSK við í norð­urlendskum m…
Tvey norsk manskór vitja Klaksvík í viku…
8 føroyingar bjargaðir av bretskum hetju…
Føroyar varðveita somu kredittmeting
Lívsdygd, trivnaður og umsorgan
John hin drúgvi
Púra trygt at lækka blokkin
Nú byrjar Morgunsangur aftur eftir summa…