Lýsing
Lýsing
Lýsing
Ingunn Eiriksdóttir, stjóri í Betri Trygging

Ódn og stórir vinnuskaðar ávirka fyrra hálvár

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  18.09.2024 - 16:52 Tíðindi Vinna

Betri Trygging rindaði kundunum 254 milliónir kr. út í skaðaendurgjøldum fyrra hálvár 2024. Tað er umleið 100 millliónir meiri enn fyrra hálvár í fjør. Orsøkin er partvís ódnin í januar – og so fleiri álvarsamar skaðahendingar á vinnuøkinum

 

 

- Hóast vit hava eitt samlað yvirskot, so gav tryggingarvirksemið hall fyrsta hálvár í ár, staðfestir Ingunn Eiriksdóttir, forstjóri í Betri Trygging.

- Soleiðis er tryggingarvirksemið. Nøkur ár, tá ið fáir skaðar eru, er yvirskotið stórt. Onnur ár, tá ið nógvir skaðar eru, er hall. Og í góðu árunum mugu vit tryggja okkum, at vit megna at standa ímóti tey árini, tá ið stóru skaðarnir raka – sum teir gera í ár, vísir Ingunn Eiriksdóttir á.

- Men nú síggja vit av álvara tað virðið, sum Betri Trygging hevur fyri kundarnar. Hetta hálvárið er virðið 254 milliónir krónur, sum kundarnir hava fingið í endurgjaldi, sigur Ingunn Eiriksdóttir.

Fyrru helvt av 2024 fekk Betri Trygging knapt 7500 skaðafráboðanir. Bara ódnin í januar elvdi til omanfyri 1500 skaðar. Hartil hava fleiri álvarsamir skaðar rakt á vinnuøkinum.

- Tryggingarvirksemið snýr seg um, at slíkt, sum vit vóna ikki fer at henda, tíverri kortini hendir viðhvørt. Og hóast vit ikki kunnu gera alt upp í pengum, ja, so ger tað kortini mun at fáa eitt endurgjald, tá ið illa vil til. Tað lættir um, so fíggjarligi smeiturin ikki verður eins stórur, vísir Ingunn Eiriksdóttir á.

Íløgurnar geva gott avkast
Hóast Betri trygging hevur rindað meiri í tryggingargjøldum og til at reka felagið enn tikið er inn í tryggingargjøldum, vísir hálvársroknskapurin kortini eitt yvirskot á 22 milliónir kr. Orsøkin er, at íløgurnar hava givið sera gott avkast – tað besta í fimm ár.

- Tá ið tað kemur til virksemið annars, kann nevnast, at úrvalið av tryggingum og tilvalum er økt munandi seinnu árini, og fólk tryggja seg væl og raðfesta tryggleika, sigur Ingunn Eiriksdóttir.

Eisini hevur talgilda skipanin ”Mín Trygging” fingið góða undirtøku, nú tað í størri mun ber til at tekna og broyta tryggingar – og at melda skaðar inn.

- Betri Trygging er eitt sterkt felag, og álitið á felagið er stórt. Samanumtikið kunnu vit staðfesta, at samhaldsfasta skipanin, sum tryggingin er, fungerar sum hon skal, og hon hevur av álvara prógvað sítt virði fyri kundarnar hetta fyrsta hálvárið 2024, sigur Ingunn Eiriksdóttir.

 

 

Les rokniskapin her. 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Klaksvíkar Kommuna í rúkandi menning
Formula sett KT-trygdarleiðara
Ein treytaleys umbering til Lóður
Eidesgaard leitar desperatur eftir synda…
“Fyri Barnsins Besta”
Bókaútgáva: Hevur føroyskt virðismeta…
Hví bara Klaksvík?
Vunnu á Suðurkorea
Tað góða samstarvið
Hallur hevur eykakonsert í Varpinum
Árni Frederiksberg hevur tilboð frá flei…
Kvøldskúlin: Komið og lærið nýggja taluk…
Ódn og stórir vinnuskaðar ávirka fyrra h…
Kokkaskúlin í TSK við í norð­urlendskum m…
Tvey norsk manskór vitja Klaksvík í viku…
8 føroyingar bjargaðir av bretskum hetju…
Føroyar varðveita somu kredittmeting
Lívsdygd, trivnaður og umsorgan
John hin drúgvi
Púra trygt at lækka blokkin