Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ein treytaleys umbering til Lóður

SKRIVAÐ: Gerhard Lognberg  |  19.09.2024 - 09:42 Politikkur Tíðindaskriv

Í gjøgnum 40 ár havi eg verið nógv interviewaður, bæði í landspolitikki og kommunupolitikki. Men sjáldan kenni eg meg aftur, tá eg hoyri mín boðskap í kringvarpinum.

 

Skammast vit við egnar kenslur. Nei tað geri eg ikki, hvat er nú galið Gerhard.

Onkuntíð verður tú tikin á skeiva beininum.

Eg sjálvur hevði arbeitt við, at leggja spildur nýggjar bátabrúgvar í havini í Skopun. Eg var stoltur av hesum.

Tá arbeiðsdagurin varð liguður, fái eg vitjan av einum tíðindafólki úr Kringvarpinum, sum bara gjørdi sítt arbeiði. Hann sigur kanska, vit taka tað ringa fyrst í kanningini. Hetta var umsitingin. Vit eru 2 sum hava ta uppgávuna.

Fyri okkum í Skopunar kommunu, var hon í botni, eftir kanningini at døma. Desverri leyp ketan av hjá mær, tí eg visti, at eg sum borgarstjóri gjørdi alt fyri borgararnar næstan nátt og dag. Fíggjarleiðarin ger alt fyri at vera fyrikomandi og tæna borgarin.

Eg brúkti tveir setningar, sum ongastaðni hoyra heima. Orðið kolasvørt lygn og eitt makðaverk, tað hevur KVF koyrt út aftur og aftur.

Í gjøgnum 40 ár havi eg verið nógv interviewaður, bæði í landspolitikki og kommunupolitikki. Men sjáldan kenni eg meg aftur, tá eg hoyri mín boðskap í kringvarpinum. Av teirri grund, at tí tit klippa tykkara boðskap til, men sjáldan til fyrimun fyri tey, sum tit seta mikrofonina upp undir nøsina á.

Eg droymdi ikki um, at hasin setningurin kom við í interviewinum, tí tað positiva, sum eg segði um bústaðarmøguleikar, tað sum VAR positivt, varð klipt vekk.

Maðurin frá Kvf, hann sá tey spildurnýggju bátaplássini, umleið 30 pláss, men eingin áhugi.

Eg fór inn í undirhúsið og vísti honum runt og greiddi honum frá, at vit høvdu akkurát gjørt hetta valaverk undir leisti av borgarstjóranum, ongan áhuga.

 

Eg verði 74 ára gamal 1.11, havi boðað frá, at eg ikki stilli uppaftur. Kanska kundi kringvarpið víst hesum 40 árunum áhuga. Heldur enn at royna at psyka meg niður við, at kalla meg fyri ein røvara.

«Men eg vil so staðuliga geva Lóðum, sum gjørdu kanningina, eina treytaleysa umbering» fyri tað, sum eg segði. Somuleiðis øllum øðrum, sum eg gjørdi ilt.

Men Kringvarpið, gevist við at niðurgera tykkara borgarar útum landið, men farið útum í landið og finnið okkurt positivt, tí tað er nógv at taka av.

Til síðst, vit høvdu eitt sera gott tiltak, sum vit hildu í 3 dagar, Seinkaðar Várdagar, sum borgarstjórin stóð á odda fyri, við góðum fólki. Eingin áhugi.

Eg kann siga til seinast, at hetta hevur gjørt mær ringt.

Eg endi við orðinum, sum eg byrjaði við:  «skammast vit við egnar kenslur» nei tær hava koyrt sítt løb.

 

Heilsan

Gerhard Lognberg

Borgarstjóri og fyrrverandi løgtingsmaður

Lýsing
Seinastu tíðindini
Væleydnað ráðstevna í Varpinum um talgil…
Elsti KÍ-leikarin tekur eitt tørn aftura…
Klaksvíkar Kommuna í rúkandi menning
Formula sett KT-trygdarleiðara
Ein treytaleys umbering til Lóður
Eidesgaard leitar desperatur eftir synda…
“Fyri Barnsins Besta”
Bókaútgáva: Hevur føroyskt virðismeta…
Hví bara Klaksvík?
Vunnu á Suðurkorea
Tað góða samstarvið
Hallur hevur eykakonsert í Varpinum
Árni Frederiksberg hevur tilboð frá flei…
Kvøldskúlin: Komið og lærið nýggja taluk…
Ódn og stórir vinnuskaðar ávirka fyrra h…
Kokkaskúlin í TSK við í norð­urlendskum m…
Tvey norsk manskór vitja Klaksvík í viku…
8 føroyingar bjargaðir av bretskum hetju…
Føroyar varðveita somu kredittmeting
Lívsdygd, trivnaður og umsorgan