Lýsing
Lýsing
Lýsing

Væleydnað ráðstevna í Varpinum um talgilding og læring

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  19.09.2024 - 16:30 Mentan Myndarøð Tíðindi

Ráðstevna hjá NVL er júst hildin í Varpinum ígjár og í dag, og Norðlýsið fekk orð á Johanni Larjanko, samskipara

 

Vit spurdu Johanni um, hvat NVL er og stendur fyri, og um hvussu tað gongst við at fáa norðurlendingar við upp á talgildisbylgjuna, sum var eitt av evnunum á ráðstevnuni, og lívlanga læring.

Johanni svarar soleiðis: – ”NVL (Netverk fyri VaksnamannaLæring) er ein av teimum norðurlendsku samstarvsfelagsskapunum, sum Norðurlendska Ráðharraráðið rekur, og NVL varð sett á stovn í 2005. Samstarvsfelagsskapurin arbeiðir við lívlangari læring millum vaksin, og málsetningurin er bæði at betra um skipanir og at hjálpa fólki í øllum økjum í Norðurlondum, tá tað kemur til lívlanga læring.

Tað kann til dømis snúgva seg um at eftirmeta læring, men tað kann eisini snúgva seg um góðskriving av ikki-fullførdum útbúgvingum. Eisini fæst samstarvið við undirvísing til fangar, ið sita í fongsli. Avbjóðingarnar eru tær somu í øllum Norðurlondum, men kunnu vera størri enn hvat eitt einstakt lítið land megnar sjálvt. Tí skulu norðurlendingar læra hvør av øðrum og hjálpa hvørjum øðrum”, sigur Larjenko.

Johanni sigur, at tað er stórur eftirspurningur eftir lívlangari vaksnamannalæring, og hann nevnir altjóðagerðina og talgildingina sum tvær orsakir til tað: – ”Vit mugu alla tíðina læra okkum nýggj ting og at brúka nýggja tøkni. Tað nyttar onki longur at ganga í fólkaskúla og so halda, at man er liðugur við at læra”. Samskiparin heldur fram:

– ”Við at gera upp á hendan mátan, nýtast øll ikki at uppfinna hjólið av nýggjum ella at gera somu mistøk. Vit læra av hvørjum øðrum. Í Føroyum hevur tað til dømis snúð seg nógv um vegleiðing og um at taka ímóti tilflytarum og integratión. Um Føroyar sigla sín egna sjógv, so kann tað henda, at Føroyar ikki hava allar neyðugu førleikarnar. Og hinvegin hava Føroyar førleikar, sum kanska væl kunnu brúkast í Finnlandi. Vit skulu tí hittast og hava hesi netverkini”.

Á ráðstevnuni vóru úrslitini av norðurlendska samstarvinum løgd fram. Talgildu Føroyar vóru við og tosaðu um talgildar almennar tænastur. Har kom fram, at 15% av føroyingum ikki brúka tænasturnar, og spurningurin um, hvussu vit so kunnu hjálpa teimum, var uppi at venda. Gjørt var upp við fordómin um, at talan bert er um eldri fólk, og at vit bara kunnu seta okkum at bíða, til tey fara til gravar. Hesi 15% eru spjødd út yvir allar aldursbólkar.

Johanni Larjenko vísti í tí sambandinum á amboð til talgilda inklusión og nevndi sum dømi hjálpartól. Umframt aldur kann orsøkin vera, at tey eru orðblind, koma frá einum fremmandum landi, bera eitthvørt brek, ella hava við lesi- og skriviførleikar at gera, at ein ikki megnar at fylgja vanligari undirvísing ella okkurt heilt annað. Tað ber ikki til at generalisera um hesi 15 prosentini.

– ”Júst sum við grøna orkuskiftinum tørvar okkum hjálp til at lyfta í felag. Vit verða ikki grøn av at skriva undir uppá eina hugsjón um at verða burðardygg. Vit mugu gera okkum greitt, hvat ítøkiligt skal gerast, og har skulu vit læra hvør av øðrum”, sigur Johanni.

Politiskt er eisini neyðugt við átøkum, soleiðis at lívlanga læringin kann vera við til at gera samfelagið meira inkluderandi, og har hevur Johanni hug at venda trupulleikanum við: – ”Um vit ikki hjálpa teimum, sum eru uttanfyri, hvussu verður skilið so? Vit skulu síggja tað sum eina íløgu, ikki sum eina útreiðslu, at fáa øll við og inkluderað í samfelagið”, sigur Johanni Larjenko og heldur fram:

– ”Fólk, sum verða inkluderað í samfelagið, kosta minni og geva samfelagnum síni íkast til at gjalda skatt og við at arbeiða. Tað gerst tí ein win-win-støða. Eg var sera glaður fyri at hoyra føroyska landsstýrismannin geva til kennar, at hann skilti hetta. Føroyar eru frammi í skónum, og tað var sera gott at hoyra”, segði hann.

– ”At tit hava hildið fast um talgildu menningina við Talgildu Føroyum síðani 2015, og við tað at samfelagið er so lítið, hava tit longu eydnast við stórum parti av arbeiðnum við talgildari inklusión. Ja, Føroyar eru á summum økjum eitt undangonguland og ein fyrimynd fyri hini Norðurlondini. Ja, her eru framvegis viðurskifti, sum ikki rigga, og tit eru ikki komin á mál, men tað er eisini heilt nógv, sum Føroyar hava gjørt rætt.

Hugburðurin hevur alt at siga. At tøknilig starvsfólk tosa sama mál og leggja seg eftir at almenningurin skal skilja tað, tey siga, er umráðandi. Harvið fáa fólk innlit í tøkniheimin. Samskiftið skal ikki vera tøkni til menniskja, men menniskja til menniskja, fyri at vera væleydnað og fyri at fáa øll við”.

Til spurningin um, hvørt tað bara er gott við allari hesari digitaliseringini, og um øll skulu noyðast at vera við, sigur Johanni:

– ”Nei. Stóri munurin á Danmark og Føroyum er, at í Danmark er tað obligatoriskt – tú skalt hava NemID og tú kanst bert venda tær til myndugleikarnar talgilt. Í Føroyum er tað eitt tilboð, har tú kanst vera við ella lata vera. Her gera Føroyar tað rætta, tí øll skulu ikki tvingast við. Øll skulu hava møguleikan, men avgerðin skal liggja hjá borgaranum sjálvum. Annars enda vit við A- og B-borgarum, har A-borgararnir klára seg og fáa alt, meðan B-borgararnir falla uttanfyri. So missa vit nógvar av teimum fyrimunum, vit ætlaðu við talgildingini. Talgildingin má og skal vera fríviljað”, endar Johanni við at siga.

 

Johanni Larjanko avmyndaður í Varpinum

Lýsing
Seinastu tíðindini
2 - 2 móti Sveis
Eykaaðalfundur í Róðrarsambandi­num – Nev…
Tíðin er inni: ein sterk rødd fyri broyt…
So eru vit í Norðoya Javnaðar­felag klár…
Íbúðir
Tey sum peika
Hans Sivertsen 80 ár
Edmund Joensen 80 ár
Byggifyritøkan KBH 25 ár
Væleydnað ráðstevna í Varpinum um talgil…
Elsti KÍ-leikarin tekur eitt tørn aftura…
Klaksvíkar Kommuna í rúkandi menning
Formula sett KT-trygdarleiðara
Ein treytaleys umbering til Lóður
Eidesgaard leitar desperatur eftir synda…
“Fyri Barnsins Besta”
Bókaútgáva: Hevur føroyskt virðismeta…
Hví bara Klaksvík?
Vunnu á Suðurkorea
Tað góða samstarvið