Lýsing
Lýsing
Lýsing

Eykaaðalfundur í Róðrarsambandinum – Nevndarval á skránni

SKRIVAÐ: Róðrarsamband Føroya  |  19.09.2024 - 21:47 Ítrottur Tíðindi

Nevndin í Róðrarsambandinum hevur kallað øll róðrarfeløg inn til eykaaðalfund mánakvøldið 30. september, har einasta mál á skránni er nevndarval.

 

 

Í fleiri ár hevur Róðrarsambandið havt trupulleikar við at fáa nýggj fólk í nevndina, sum sambært lógum sambandsins eigur at telja seks limir. Í løtuni eru tó einans fýra nevndarlimir, og hetta hevur lagt eitt óneyðugt stórt arbeiðstrýst á tey fáu, sum manna nevndina.

Tríggir av verandi nevndarlimum hava nú, vegna persónligar orsøkir, biðið um at verða loystir frá nevndaruppgávunum sum skjótast. Harímillum forkvinnan og næstforkvinnan.

Øll limafeløgini fingu kunning um støðuna 19. juli og eru biðin um at finna nýggj fólk til nevndina í Róðrarsambandinum (RSF). Freistin at senda inn uppskot er mikudagin 25. september.

Føroyskur kappróður og luttøka í inniróðri hevur havt undanvind seinastu árini, og tí er tað  hugstoytt at síggja, at áhugin fyri at sita í nevnd er minkandi.

 

Hevur tú áhuga at bjóða teg framm til ein nevndarsess í Róðrarsambandinum?

Set teg vinarliga í samband við eitt róðrarfelag og bjóða teg framm. Tú kann eisini senda ein teldupost til rsf@rsf.fo har tú greiðir frá um teg sjálva/n og tín áhuga í einum nevndarsessi í RSF.

 

Róðrarsamband Føroya

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ein løgmaður sum peikar
Ian Andersen vann tvey gullmerki í EM-Go…
Nýggj flutningsfyritøka sær dagsins ljo…
Borgaralistin í Eystur­kommunu fullmannað…
Adrenaline við nýggjum staklagið!
2 - 2 móti Sveis
Eykaaðalfundur í Róðrarsambandi­num – Nev…
Tíðin er inni: ein sterk rødd fyri broyt…
So eru vit í Norðoya Javnaðar­felag klár…
Íbúðir
Tey sum peika
Hans Sivertsen 80 ár
Edmund Joensen 80 ár
Byggifyritøkan KBH 25 ár
Væleydnað ráðstevna í Varpinum um talgil…
Elsti KÍ-leikarin tekur eitt tørn aftura…
Klaksvíkar Kommuna í rúkandi menning
Formula sett KT-trygdarleiðara
Ein treytaleys umbering til Lóður
Eidesgaard leitar desperatur eftir synda…