Lýsing
Lýsing
Lýsing

Íbúðir

SKRIVAÐ: Frímund Hansen  |  19.09.2024 - 21:07 Politikkur Tíðindaskriv

Skal okkara býur mennast og virka sum ein góður staður at liva og virka í, er neyðugt at vit hava ein vælúbygdan og dynamiskan íbúðarmarknað. Vit mugu hava nokk av húsum og íbúðum til tann tørv ið nú einaferð er. Og tørvurin er ymiskur alt eftir hvar ið í lívinum vit eru. Hesum skulu vit møta.

 

 

 

Kommunan hevur lagt nógv fyri við útstykkingum og tað er at fegnast um. Helnabrekkan og nýggja útstykkingin uppi á Fossum eru góð dømi um hetta. Men hetta eru sera kostnaðarmiklar útstykkingar. Í Klaksvík er lendi avbjóðandi og er tí dýrt at útstykkja. Og nú verður meira gjørt burturúr við byggibúning, dren og kloakkering v.m. Tað er at fegnast um, tí eftirgerð av dren og kloakk eftir at bygt er, er nógv meir kostnaðarmiki at koma afturumaftur við.

Mær er komið fyri oyruni at stykkini eru dýr at keypa frá kommununi. So dýr at vanligar familjur hava trupult við at fáa fígging. Nú skal eg ikki halda nakra útsølu her. Men er neyðugt við eini justering í prísi fyri at fáa gongd á bygging, so eigur kommunan at gera tað. Sum sagt, so er nógv gjørt í hesum útstykkingum sum sæst aftur í prísinum. Aðrar eldri útstykkingar hava ikki verið so væl frágingnar, og hevur kommuna tí havt stórar útreiðslur av teimun seinni. So tað hevur eitt sindur av søguligum rættleika at geva ein avlsláttur um tað er neyðugt fyri at fáa gongd á bygging. Men tað má hyggjast uppá við skynsemi. Onki er tó so ringt sum at tað liggur ov leingi óbygt. At onki ella lítið hendir, kostar eisini.

Unga fólki má hava eitt stað at fara tá tey vaksa út frá mammu síni. Í klaksvík manglar í stórum íbúðir til ung og einlig fólk. Fólk sum ikki hava brúk fyri tí stóra. Eitt stað at sova og at gera sær eina sær eina máltíð í. Tey sosialisera úti millum vinir og í fríðtíðarfelagsskapum. Ikki búgvin til 120m2x2 við garagu og hava. Tey eru ikki har. Her eigur kommunan at ganga undan og finna økir sentralt í býnum ella úti í nýggju útstykkingunum til slíka bygging sum rúmar hesum fólkm. Kommunan sjálv ella saman við øðrum skal fáa í lag at slíkir búðstaðir eru tøkir í býnum. Mín varðhugi er at vit missan nakað av unga fólkinum av júst hesi ørsøk. Og tað eiga vit at rætta uppá sum skjótast, um so er.

Sama er við eldrabúðstøðum. Hugsið um útboð av búðstøðum til fólk sum søkja sær okkurt minni tá ið børnini eru flutt út og húsini blíva ov stór at sita í og at halda viðlíka. Kommunan gekk undan við byggingini undir Kráarbrekku. Hetta var eitt fantastiskt tilboð og frambrot. Tí bleiv eg sera keddur tá eg hoyrdi at kommunan hevið lætið hetta uppí hendur í Búðstøðum og harvið slept konseptinum við at hetta var roknað til borgarar sum vóru blivnir 60+. Her er eitt arbeiði at gera við at rætta inn. Tí vil eg arbeiða fram ímóti.

Kommunan skal verða góð og vælútbygd til fólk í øllum aldri og sosialari støðu.

 

Tað er har eg eri!


Frímund Hansen

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ein løgmaður sum peikar
Ian Andersen vann tvey gullmerki í EM-Go…
Nýggj flutningsfyritøka sær dagsins ljo…
Borgaralistin í Eystur­kommunu fullmannað…
Adrenaline við nýggjum staklagið!
2 - 2 móti Sveis
Eykaaðalfundur í Róðrarsambandi­num – Nev…
Tíðin er inni: ein sterk rødd fyri broyt…
So eru vit í Norðoya Javnaðar­felag klár…
Íbúðir
Tey sum peika
Hans Sivertsen 80 ár
Edmund Joensen 80 ár
Byggifyritøkan KBH 25 ár
Væleydnað ráðstevna í Varpinum um talgil…
Elsti KÍ-leikarin tekur eitt tørn aftura…
Klaksvíkar Kommuna í rúkandi menning
Formula sett KT-trygdarleiðara
Ein treytaleys umbering til Lóður
Eidesgaard leitar desperatur eftir synda…