Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tíðin er inni: ein sterk rødd fyri broyting í Klaksvíkar kommunu

SKRIVAÐ: David (Wonik) Im  |  19.09.2024 - 21:20 Politikkur Tíðindaskriv

Vilt tú vera við at gera ein mun saman við mær?

 

Hevur tú hoyrt, at tey brúka fleiri milliónir uppá hesa verkætlanina? Hví kann kommunan ikki broyta hesi viðurskiftini? Eg hevði gjørt tað øðrvísi, sat eg í býráðnum!

Hvussu ofta hevur sagt okkurt líkandi kring kaffiborðið? Eg ivist ikki í, at tú, sum tey flestu, hevur sterkan áhuga og meiningar um tað, sum hendir í nærumhvørvinum - tað havi eg í øllum førum! Og seinastu fýra árini er mín frustratión bara vaksin, og tað eru tað fleiri orsøkir til:

- Eingin visión fyri Klaksvíkar kommunu! Hvat slag av kommunu vilja vit verða tey næstu 10 árini? Hvussu vaksa vit sum einstaklingar, familjur, vinnulív og samfelag? Meðan aðrar kommunur vaksa við greiðum málum, føli eg, at Klaksvíkar kommuna stríðist fyri at halda høvdið uppi.

- Ein gloymdur integratiónspolitikkur: Klaksvíkar kommuna var á odda, tá ið kommunan - sum tann fyrsta í landinum - orðaði ein integratiónspolitikk og stovnaði eina integratiónsnevnd. Nú tykist alt at vera gloymt. Spyr onkran í dag um integratión í Klaksvík, og svarið er ofta, at tey ikki vita, hvat hendir á økinum!

- Ov lítið av fokus á familjunum: Ungdómurin er okkara framtíð, og tey eldru eru okkara kæru, men hvat við familjunum? Vit mugu gera íløgur í okkara børn og ung og stuðla teimum familjum, sum halda okkum øllum saman. Hví bjóðar kommunan ikki børnum og ungum eitt frítíðarkort til frítíðarvirksemi, so øll hava javnbjóðis møguleikar at vera virkin og liva eitt sunt og gott barna- og ungdómslív? Hvar eru tiltøkini fyri familjur? Og hví hava vit ikki gjørt meira fyri at fáa fjølbroytt arbeiðstilboð til Klaksvíkar, so fleiri familjur kunnu trívast her?

- Hvat ger kommuna fyri vinnuvøkstur? Tunnilsdagar og netverkstiltøk hjá Vinnulívsráðnum hava økt um sølu og sambond, men hvørji ítøkilig stig hevur kommunan tikið fyri at hjálpa vinnuni at vaksa? Okkara lokali búskapur hevur uppiborið meira.

Hesar frustratiónirnar eru bara eru bara ein brotpartur av tí, sum tørvur er at arbeiða við. Eisini er ein átrokandi tørvur á bíligum bústøðum, á fleiri parkeringsplássum fyri bæði bygdarfólk og vitjandi, á burðardyggari býarskipan, og á at gera Klaksvík til eitt stað, sum fólk eru errin av at kalla heim.

Hetta er orsøkin til, at eg stilli upp til kommunuvalið 2024 fyri Norðoya Tjóðveldisfelagið.

Eins og tú vil eg gera mun í Klaksvíkar kommunu - ein mun, sum tryggjar, at okkara býur blómar. Og soleiðis ætli eg at gera tað:

 

Ein lokkandi kommuna

Eg vil arbeiða fyri at gera eina greiða langtíðar visión fyri Klaksvíkar kommunu. Eina visión, sum røkkur longri enn skjótar loysir við fokus á at skapa ein burðardyggan, vakran og blómandi bý. Vit mugu skapa eitt umhvørvi, sum gevur ungdóminum hug at flyta heim aftur, familjum kensluna av, at tey hava fjølbroyttar møguleikar at velja fyri seg sjálvi og síni børn, og vinnulívinum eina kenslu av, at kommuna stuðlar teimum.

 

Ein innbjóðandi og fjølbroyttur býur fyri øll

Sum tilflytari skilji eg sjálvur tær serligu avbjóðingarnar, sum nýggir borgarir møta. At læra málið og tryggja sær eitt arbeiði eru ofta tær fyrstu forðingarnar, men tær eru bert partur av ferðini. Tann mest krevjandi avbjóðingin kann vera einsemið, ið stavar frá royndunum at integrerast í eitt samfelag, har etablerað sosial netverk longu eru grundfest.

Mál er meira enn bert samskifti; tað er lykilin til at skija eina mentan, og uttan sterkar málsligar førleikar kunnu tilflytarar kenna seg útihýstar úr samfelagnum. Men málið er ikki alt, og næsta natúrliga stigið á integratiónsleiðini er at knýta sambond og styrkja eina kenslu av at hoyra til. Hetta er ofta tað trupulasta. Nógvir nýggir borgarir føla seg uttanfyri felagsskapin og vita ikki, hvussu tey skulu sleppa inn í etableraðar sosialar bólkar ella felagsskapir. Alt hetta fær tey at kenna seg marginaliserað.

Eg eri sannførdur um, at ein sterkur og samanhangandi felagsskapur verður grundaður, tá ið vit øll, uttan mun til bakgrund, verða hoyrd og umboðað. Verulig integratión hendir ikki bara í politikki; hon hendir, tá ið vit tilvitað skapa pláss fyri sambondum - støð, har tilflytarar kunnu møta øðrum, deila sínar søgur, og føla, at tey eru við til at menna samfelagið. Tað snýr seg um at viðurkenna, at inkludering er ein tvívegis tilgongd. Meðan tilflytarar arbeiða hart fyri at tillaga seg, má samfelagið eisini arbeiða fyri at bjóða teimum vælkomin og gera tey til ein virknan part av gerandislívinum í nærumhvørvinum.

Við at leggja dent á hetta kunnu vit tryggja, at nýggir borgarar ikki bara yvirliva, men eisini blomstra, tí tey sleppa at brúka síni evni, hugskot og sjónarmið til at ríka okkara bý. Eg vil arbeiða fyri, at Klaksvík verður eitt stað, har røddin hjá øllum hevur týdning, har integratiónspolitikkur ikki bara verður skrivaður, men virkin og stuðlaður, og har allir borgarir kenna seg virdar og førar fyri at mynda framtíðina í býnum.

 

Vøkstur gjøgnum nýskapan

Eg vil arbeiða fyri at skapa eitt vinnuvinaligt umhvørvi í Klaksvík við at veita lokalum fyritøkum atgongd til amboð og hentleikar, so tær kunnu vaksa. Eg ynski eisini at skipa fyri átøkum, sum kunnu skapa áhuga í okkara býi og soleiðis eisini lokka ymsar vinnugreinar til Klaksvíkar. Eg ynski eisini kanna, hvussu kommunan kann tiltrekkja fleiri møguleikar fyri fjararbeiði, so borgarir í Klaksvík kunnu hava fleiri fjølbroytt og fleksibul størv.

 

Ein opin og virkin kommuna

Í dag hava vit bæði vitanina og tøknina til at arbeiða snildari og skjótari. Hesi amboðini ynski eg at brúka til at økja um gjøgnumskygni og almenna luttøku í býráðsarbeiðinum - so tað ikki verður nøkur hemmiligheit, hvussu avgerðir verða tiknar. Við at sameina røddirnar hjá okkum øllum og veita kommununi neyðugu amboðini, kunnu vit saman byggja ein betri bý!

Vilt tú vera við at gera ein mun saman við mær?

David (Wonik) Im
Valevni

 

 

 

 

 

 

 

 

The time has come: a strong voice for change in Klaksvík Municpality

 

Have you heard that they’re spending millions of krónur on these projects? Why can’t the Kommuna do something about this? If I were on the city council, I would do it differently!

How many times have you found yourself at a coffee table and said something like this? I have no doubt that you, like many, have ideas and opinions what is happening around us – I certainly have! And over these past four years, my frustration has only grown. Here’s why:

No vision for Klaksvíkar Kommuna! What kind of kommuna do we want to be in the next 10 years? How do we grow—as individuals, as families, as businesses, as a community? While other kommunas are expanding with clear goals, I feel like Klaksvíkar Kommuna is struggling to keep its head above water.
A forgotten integration policy: Klaksvíkar Kommuna was the first kommuna in the country to create an integration policy and establish an integration committee. Now, it seems forgotten. Ask someone today about integration in Klaksvík, and the answer is often, “I don’t know what’s happening.”
Too little focus on families: The youth are our future, and the elderly are our beloved, but what about families? We must invest in our children and  youth and support the families that hold us all together. Why hasn’t the kommuna introduced something like a frítíðarkort for extracurricular activities so that everyone has an equal opportunity to be active and live a healthy and positive life as a child and youth? Where are the family-oriented events? And why haven’t we done more to attract diverse job opportunities to help families thrive?
What is the kommuna doing for business growth? While Tunnilsdagar and networking events are organized by Vinnulívsráðið are great for boosting sales and connections, what concrete steps has the kommuna taken to help businesses grow? Our local economy deserves more.
These frustrations are just a few of many, along with the critical need for affordable housing, more parking for locals and visitors, sustainable city planning, and making Klaksvík the kind of place people are proud to call home.

These are the reasons why I am running for kommunval 2024 for Norðoya Tjoveldsfelagið.

Like you, I want to make a difference in Klaksvíkar Kommuna—a difference that ensures our city thrives. Here's how:

 

An Attractive Kommuna

I will work for clear, long-term vision for Klaksvíkar Kommuna—one that goes beyond quick fixes and focuses on creating a sustainable, beautiful, and thriving city. We need to create an environment that excites and allows young people to move back, families feel they have diverse opportunities to choose for themselves and for their kids, and businesses that feel like they have the backing of the Kommuna.

 

A Welcoming, Inclusive City for Everyone

As an immigrant, I understand firsthand the unique challenges newcomers face. Learning the language and securing employment are often the first hurdles, but they are just part of the journey. The most profound challenge can be the sense of isolation that comes from struggling to integrate into a community where long-standing social networks are already established.

Language is more than just communication; it's the key to cultural understanding, and without strong language skills, immigrants can feel disconnected from the broader society. However, even when the language is learned, the next step—finding meaningful relationships and a sense of belonging—is often the hardest. Many newcomers feel like outsiders, unsure of how to break into established social circles or clubs, which leaves them feeling marginalized.

I believe that a strong, cohesive community is built when every member, regardless of background, feels heard and represented. True integration doesn’t just happen in policy; it happens when we actively create spaces for connection—places where immigrants can meet others, share their stories, and feel that they are contributing members of society. It’s about recognizing that inclusion is a two-way process. While immigrants work hard to adapt, the community must also work to welcome and involve them in the fabric of daily life.

By focusing on this, we can ensure that newcomers are not just surviving but thriving—bringing their talents, ideas, and perspectives to enrich our city. I will work to make sure that Klaksvík is a place where everyone’s voice matters, where integration policies are not just written but actively supported, and where every resident feels valued and empowered to shape the future of our city.

 

Economic Growth Through Innovation

I will work to foster a business-friendly environment by providing tools and resources for local businesses to grow. I want to create campaigns for Klaksvík to attract different types of business industires. I want to explore how the Kommuna can attract remote working opportunities, allowing residents to have diverse, and flexible working positions.

 

A Transparent and Effective Kommuna

Today, we have the knowledge and technology to work smarter and faster. I will use these tools to increase public participation and transparency in how we make decisions – so that it is not secretive how decisions are made. By combining residents’ voices and giving the tools for the Kommuna to use, we can build a better city by working together!

Are you with me to make a difference?

David (Wonik) Im
Valevni

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ein løgmaður sum peikar
Ian Andersen vann tvey gullmerki í EM-Go…
Nýggj flutningsfyritøka sær dagsins ljo…
Borgaralistin í Eystur­kommunu fullmannað…
Adrenaline við nýggjum staklagið!
2 - 2 móti Sveis
Eykaaðalfundur í Róðrarsambandi­num – Nev…
Tíðin er inni: ein sterk rødd fyri broyt…
So eru vit í Norðoya Javnaðar­felag klár…
Íbúðir
Tey sum peika
Hans Sivertsen 80 ár
Edmund Joensen 80 ár
Byggifyritøkan KBH 25 ár
Væleydnað ráðstevna í Varpinum um talgil…
Elsti KÍ-leikarin tekur eitt tørn aftura…
Klaksvíkar Kommuna í rúkandi menning
Formula sett KT-trygdarleiðara
Ein treytaleys umbering til Lóður
Eidesgaard leitar desperatur eftir synda…