Lýsing
Lýsing
Lýsing

Klaksvíkar Kommuna í rúkandi menning

SKRIVAÐ: Eyðstein Ó. Poulsen  |  19.09.2024 - 14:29 Politikkur Tíðindaskriv

Eg síggi fram til tey komandi fýra árini sum møguligur býráðslimur í mest spennandi og virkisfúsu kommunu í landinum

 

 


Síðstu fýra árini hava gingið skjótt, og nógv er hent. Fjórða hvørt ár skal nýtt býráð finna seg sjálvt. Fyri borgararnar í Klaksvíkar Kommunu er umráðandi, at tey, sum verða vald, byggja brýr millum býráðssetur. Í 2021, tá hetta býráðið traðkaði til, vóru nógvar stórar verkætlanir settar í verk, eins og aðrar vóru í stoypiskeiðini. Hetta býráðið hevur borið nógv av hesum á mál, eins og nógv er sett á skrá.


Eg kundi nevnt allar verkætlaninar, men tær hava verið nevndar fleiri ferðir, og trúgvi eg, at flestu borgarar í kommununi kenna hetta.


Sum formaður í nevndini “Børn og ung” hevur tað verið ein fragd at endurskoðað og sett kós fyri trivnaðarøkið saman við dugnaligu starvsfólkunum í kommununi. Býráðið 2021-2024 hevur sett sjóneykuna á hetta økið, so vit í dag kunnu siga, at dagstovnaøkið hevur lyft seg, tá vit tosa um karmar og skipan av økinum. Starvsfólkini á hesum øki eru dugnalig, og sjálvt um nógv er gjørt, so er nógv eftir at gera á hesum øki.


Vit hava miðvíst arbeitt við at tillaga skipanina, soleiðis at proppar ikki íkoma á vøggustovunum. Hetta hevur eydnast okkum, og hetta fegnist eg almikið um. Hetta eru viðurskifti, ið starvsfólk merkja, og sum samstundis gevur betri trivnað til bæði børn og foreldur.


Vit hava á trivnaðarøkinum arbeitt í tvørfakligum bólki við ráðgevum, námsfrøðingum og lærarum við at skipa skiftið millum dagstovn og skúla, so hetta skiftið er trygt og mennandi fyri børnini í kommununi. Hetta arbeiðið er lagt í trygga legu til gagns fyri børnini, foreldrini í kommununi eins og fyri starvsfólkini á hesum øki.


Gigni/heilsufrøðingarnir á skúlanum eru fyri fyrstu ferð nakrantíð inni á skúlanum. Hetta er eitt stórt framstig fyri vælferðina hjá okkara yngra ættarliði.


Skúlagarðurin er um at verða liðugur, tó at nakað er eftir á mál.


Húsið er flutt heim í býin, har tað eigur at vera. Ungdómin mitt í býin - sjálvandi! Hetta hevur verið eitt mál, ið eg havi arbeitt miðvíst við. Vit hava eitt fantastiskt toymi rundan um ungdómin. Hetta er eitt heilt serligt arbeiði, ella rættari ein lívsstílur.


Vit hava nú aftur ansingartrygd á dagstovnaøkinum. Hetta er ikki ein sjálvfylgja, og mugu vit gera alt fyri at varðveita hesa støðu.


Nógv er gjørt á hesum økinum “Børn og ung”, men nógv er eftir at gera!


• Vit mugu betra um útiøkini í dagstovnaøkinum


• Vit mugu tryggja útbúgving til fólkið, ið longu starvast á økinum


• Vit mugu framhaldandi byggja nýggjar barnagarðar


• Vit mugu útbyggja/endurbyggja frítíðarskúlan, har hann er í dag. Henda tilgongd er farin í gongd.


• Vit mugu útbyggja skúlan víðari, so vit koma á mál við einum fullfíggjaðum skúla. Henda tilgongd hevur verið í gongd, har eg kann nevna, at ein ítróttarhøll í ovara skúlagarði í gamla Ziskatrøð er partur av verkætlanini.


• Og mangt annað


Sum sagt í innleiðingini, so er umráðandi, at tey, sum verða vald inn í komandi býráðið, byggja víðari á tað arbeiði, sum er gjørt ella sett á skrá á trivnaðaøkinum í hesi býráðssetuni.


Eyðstein Ó. Poulsen


Formaður Børn & ung, Klaksvíkar Kommuna
Folkaflokkurin

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tíðin er inni: ein sterk rødd fyri broyt…
So eru vit í Norðoya Javnaðar­felag klár…
Íbúðir
Tey sum peika
Hans Sivertsen 80 ár
Edmund Joensen 80 ár
Byggifyritøkan KBH 25 ár
Væleydnað ráðstevna í Varpinum um talgil…
Elsti KÍ-leikarin tekur eitt tørn aftura…
Klaksvíkar Kommuna í rúkandi menning
Formula sett KT-trygdarleiðara
Ein treytaleys umbering til Lóður
Eidesgaard leitar desperatur eftir synda…
“Fyri Barnsins Besta”
Bókaútgáva: Hevur føroyskt virðismeta…
Hví bara Klaksvík?
Vunnu á Suðurkorea
Tað góða samstarvið
Hallur hevur eykakonsert í Varpinum
Árni Frederiksberg hevur tilboð frá flei…