Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hví bara Klaksvík?

SKRIVAÐ:  Petur Asano  |  19.09.2024 - 07:50 Politikkur Tíðindaskriv

 Eg hugsi longur enn bara um Klaksvíkina! 

 

Hví bara Klaksvík? Klaksvík er høvuðsstaður í Norðoyggjum. Tað er næststørsti býur sum vit hava og hann skal sjálvandi mennast alla tíðina. Men seinni árini hevur Klaksvíkar býráð tó brúkt so nógvar pengar í Klaksvík so nógv at man misti tamarhald á kommunukassanum. Vit sum hoyra undir Klaksvíkar kommunu betala 22% í kommunuskatti sum er eitt tað hægsta í Føroyum. Bleiv Klaksvíkin størri? Hvat fóru hesi pengarnir? 


Kommunukanningin sum KVF gjørdi vísur seg at vit liggja í miðjuni viðvíkjandi fleiri punktum. Tað vil siga vit hava ongan punkt sum borgarar føla at tey eru mest nøgdur við. Hetta er tí at tey sum hava siti í býráðnum ikki hava raðfest rætt. Tað lægsta nøgdsemi er býarplanlegging. Tað sigur seg sjálvt at ferðslan er blivin økt í einari bygd í Klaksvík við forholdsvís smølum vegum og tað er sera trongd at koyra í støðum. Bilarnir standa á høvuðsvegnum og tað gevur ampa til ferðslutrygd. Vit mugu broykka høvuðsvegin (serliga býráðshúsinum og úteftir) og komandi bygningarnar sum verða bygdur mugu taka atlit til parkeringsviðurskifti. 


Tíðin er komin at brúka orku uppá bygdirnar í kommununi. Á bygdinum er meira lendi at byggja á. Man avmarkar seg sjálvan vissi man bara hugsa um hvussu Klaksvíkin skal veksa. Vit mugu broyta hugburð og uppraðfesta og gera meira útstykkingar til hús og íbúður, her undir eldraíbúðir. Norðoyri við tíðini kundi veri knýtt upp í Klaksvíkina sum Argir er knýtt upp í Havnina. Havnin sum vit kappast ímóti er hevði ikki verið so stór um ikki Hoyvík og Argir vóru uppií. Vit skulu heldur ikki gera Klaksvíkina til ein samankroystan bý við ongun grønum har alt lendi bleiv brúkt til at byggja á. Sjálvandi fari eg at arbeiða við at menna Klaksvíkina saman við ørðum klaksvíkingum men eg hugsi eisini um bygdirnar í kommununi og hvussu tær kunnu fjølgast!


 Eg hugsi longur enn bara um Klaksvíkina! 

 

 Petur Asano, valevni fyri Miðflokkin

Lýsing
Seinastu tíðindini
Væleydnað ráðstevna í Varpinum um talgil…
Elsti KÍ-leikarin tekur eitt tørn aftura…
Klaksvíkar Kommuna í rúkandi menning
Formula sett KT-trygdarleiðara
Ein treytaleys umbering til Lóður
Eidesgaard leitar desperatur eftir synda…
“Fyri Barnsins Besta”
Bókaútgáva: Hevur føroyskt virðismeta…
Hví bara Klaksvík?
Vunnu á Suðurkorea
Tað góða samstarvið
Hallur hevur eykakonsert í Varpinum
Árni Frederiksberg hevur tilboð frá flei…
Kvøldskúlin: Komið og lærið nýggja taluk…
Ódn og stórir vinnuskaðar ávirka fyrra h…
Kokkaskúlin í TSK við í norð­urlendskum m…
Tvey norsk manskór vitja Klaksvík í viku…
8 føroyingar bjargaðir av bretskum hetju…
Føroyar varðveita somu kredittmeting
Lívsdygd, trivnaður og umsorgan