Lýsing
Lýsing
Lýsing
Stella Marie rendi á grund á King Scar, sum er ein sand- og grúsgrynna í útnyrðingshorninum av Rossall Point

8 føroyingar bjargaðir av bretskum hetjum í 1941

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  18.09.2024 - 11:46 Myndarøð Tíðindi

Norðlýsið hevur fingið nakrar áhugaverdar myndir av vraklutum eftir fransaskonnartini Stellu Mariu, sum liggur uttanfyri Fleetwood í Bretlandi

 

Kim Jan Hansen siglur við trygdarskipinum Esvagt Don og tá teir fóru úr Fleetwood í Bretlandi herfyri, fortaldi losurin honum eina søgu um fransaskonnartina Stellu Mariu, sum fór á eitt sandriv uttanfyri Fleetwood í 1941. Losurin Andy hevði verið við pápa sínum í fjør í økinum og tikið nakrar myndir. 

Skrivað hevur verið um tilburðin ymsastaðni, millum annað í Lifeboat Magazine. Vit hava umsett søguna niðanfyri. 

 

 

Hin 4. august í 1941 var hvassur vindur frá útnyrðingi norðan við meldurhvirlum og høgari aldu. Skonnartin Stella Marie, sum var mannað við føroyingum, kom til Fleetwood í Bretlandi við feskum fiski úr Íslandi, sum hevði eitt virði áljóðandi umleið 10.000 bretsk pund. Stella Marie var motorskip við 3 mastrum og legði seg fyri akker nærhendis inspektiónsskipinum, umleið fýra fjórðingar frá havnarlagnum í Fleetwood.

Um kvøldið gjørdist veðrið enn verri, og Stella Marie royndi at hiva akkerið upp og fara inn í havnina. Men annaðhvørt var akkersspælið brotnað ella hevði akkerið krøkt seg í havbotnin. Teir noyddust tí at liggja fyri akker alla náttina, og morgunin eftir slitnaði ketan, og skipið fór at reka. Og stutt eftir hetta gekk høvuðsmotorurin fyri.

Manningin hevði arbeitt alla náttina og var útlúgvað. Tí tóku teir gleðiliga ímóti tilboðnum frá inspektiónsskipinum um sleip. Men eisini trossin slitnaði, og skonnartin fór aftur at rekast. Ikki fyrrenn 10:30 fyrrapartin sá bretski flotayvirmaðurin, at Stella Marie aftur rak, og hann gav manningini boð um at gera bjargingarbát til reiðar.

Men bretarnir vóru longu til reiðar. Teir høvdu eygleitt og staðið klárir við bjargingarbátarnar í rúma tíð, tí teir vóru sjálvir fiskimenn og sóu og vistu tí fullvæl, hvat var í ferð við at henda. Ófriður var á teimum, meðan teir eygleiddu fánýtis-royndirnar at hjálpa skonnartini, og teir vóru misnøgdir við, at flotayvirmaðurin var so seinur at koma við boðunum. Teir vistu, at tíð hevði nógv at siga, og at hvør minuttur, teir útsettu, fór at gera teirra uppgávu bæði torførari og vandamiklari.

Stutt eftir gav flotayvirmaðurin boð um at sjóseta bjargingarbátin, men í seinastu løtu gav hann kontraboð. Hálvan tíma seinni gav hann aftur boð um at leggja út á sjógv við honum, men avblásti enn eina ferð. Ikki fyrrenn kl. 12:45 var bjargingarbáturin endiliga sjósettur. Bjargingarbáturin æt Ann Letitia Russell og hevði motor, og manningin taldi seks, hóast tað var vanligt at vera átta.

Vindurin var nú vaksin upp í skrið og táttaði í storm. Fjøra var, og rákið lá skeivan vegin fyri bjargingarbátin, sum nú var í høgum sjógvi. Róðursmaðurin hevði hugsað um, hvussu hann skuldi bera seg at, og visti, at ferðin hevði mest at siga. Hann sigldi tí bjargingarbátin so skjótt, hann kundi, gjøgnum høgu aldurnar, og visti sum var, at vandi var fyri, at onkur – eisini hann sjálvur – kundi verða skolaður út. So høg var aldan, at tey, sum fylgdu við av landi, høvdu ilt við at síggja bátin fyri sjógvi.

Tað tók hálvan tíma at koma fram til Stellu Marie, men tá var skonnartin rikin á eina sandgrynnu og stóð nú føst har, meðan aldurnar floymdu yvir dekkið á henni. Manningin, sum taldi 8, var noydd at klúgva upp í rigningin. Róðursmaðurin á bjargingarbátinum visti, at hann mátti bera skjótt at, tí hann metti – og tað varð váttað av føroyingunum seinni – at hann bert hevði einar 10 minuttir, áðrenn útlúgvaðu føroyingarnir fóru at detta niður úr rigninginum og niður á skipið, sum hann nú metti vera vrak, ella í havið.

Ongin tíð var til at seta vanligar manøvrur í verk, og bjargingarbáturin fekk tí ikki stundir at ankra. Róðursmaðurin sigldi tí bátin upp á síðuna av Stellu Marie, men bjargingarbáturin var nærum alla tíðina undir í sjógvi. Ein tung alda snaraði bátinum 180 stig, og tá rendi hann hekkuna ímóti skonnartini, soleiðis at stálsinin (stálstongin í neðra á afturstevninum at festa stýrið í) bognaði og trýsti róðrið so langt upp, sum tað kundi fara, og tað stóð fast har uppi.

Hóast hetta megnaði róðursmaðurin við at manirera so væl, hann kundi, við at brúka motorarnar at stýra við, at fáa bjargingarbátin nóg nær til skonnartina til, at menninir kundu bjargast. Føroyingarnir skulvu tá, vóru útlúgvaðir og onkrir vóru nær við at falla í óvit. Bjargingarbáturin var eisini undirmannaður við tveimum, men kortini eydnaðist tað at bjarga manningini.

Summir føroyingar lupu í bjargingarbátin. Aðrir fingu í ein enda og vórðu togaðir gjøgnum sjógvin. Og summir av teimum, sum komu í bjargingarbátin, vistu ikki, hvussu teir vóru komnir hagar. So skjótt gekk tað fyri seg, at fólk á landi, sum eygleiddu alt, hildu, tá bjargingarbáturin kom aftur, at tað ikki hevði eydnast at bjarga nøkrum.

Á heimferðini hevði róðursmaðurin sera trupult við at stýra bjargingarbátinum, tí hann hevði bert motorarnar og streymin í sjónum at stýra við, og motorarnir vóru undir í sjógvi. Honum eydnaðist kortini at fáa bjargingarbátin trygt í havn, hagar teir komu klokkan tvey seinnapart. Ikki fyrrenn tá gjørdist hann varugur við, at róðrið stóð fast. Sanniliga ein sera torfør bjarging, sum kravdi ómetaliga gott handalag, og sum varð útint við miklari ferð og neyvleika, og teir átta føroyingarnir vórðu bjargaðir í allarseinastu løtu.

Hesir vórðu heiðraðir av The Royal Navy Lifeboat Institute fyri bragdið: Jeffrey Wright, róðursmaður, fekk silvurmedalju fyri dirvi sítt. Sydney Hill, motormekanikari, fekk somuleiðis silvurmedalju. James Leadbetter, 2. róðursmaður, Richard Wright, 2. motormekanikari, David Wright og William Houston, hinir í manningini, fingu eina skrivliga tøkk hvør. Allir fingu 1 pund omaná vanligu samsýningina, sum var 12 shillingar og 6 pence. Bjargararnir á landi fingu, saman við manningini, 5 pund og 8 shillingar, meðan manningin fekk 6 pund afturat í part sum eina eyka virðisløn.

 

Teir 8 føroyingarnir vóru 

  • Skipari - Henning Jacobsen, Vestmanna
  • Bestimaður - Clement Poulsen, Skúvoy 
  • Motorpassari – Elias Olsen, Gøtugjógv 
  • Kokkur – Martin Gaasedal, Sørvági 
  • Smyrjari – Joen Andreasen, Saksun 
  • Dekkari – Carl Thomsen, Kollafjørður 
  • Dekkari – Oliver M. Jacobsen, Vestmanna 
  • Dekkari – Christian Jacobsen, Leynar 
Lýsing
Seinastu tíðindini
Formula sett KT-trygdarleiðara
Ein treytaleys umbering til Lóður
Eidesgaard leitar desperatur eftir synda…
“Fyri Barnsins Besta”
Bókaútgáva: Hevur føroyskt virðismeta…
Hví bara Klaksvík?
Vunnu á Suðurkorea
Tað góða samstarvið
Hallur hevur eykakonsert í Varpinum
Árni Frederiksberg hevur tilboð frá flei…
Kvøldskúlin: Komið og lærið nýggja taluk…
Ódn og stórir vinnuskaðar ávirka fyrra h…
Kokkaskúlin í TSK við í norð­urlendskum m…
Tvey norsk manskór vitja Klaksvík í viku…
8 føroyingar bjargaðir av bretskum hetju…
Føroyar varðveita somu kredittmeting
Lívsdygd, trivnaður og umsorgan
John hin drúgvi
Púra trygt at lækka blokkin
Nú byrjar Morgunsangur aftur eftir summa…