Lýsing
Lýsing
Lýsing

“Fyri Barnsins Besta”

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  19.09.2024 - 08:11 Tíðindaskriv

Námsfrøði er treyt fyri góðum dagstovnum

 

 

 

Í samband við at áhugabólkurin “Dagstovnanámsfrøði í Føroyum” hevði 5 ára føðingardag tann 11. juni í ár,  verður skipa fyri einum almennum pallborðsfundi mikudagin 25.septembur. kl. 19.00 í Smæruni, Tórshavn.

 

Í februar 2023 handaði Dagstovnaráði tilmæli “Fyri barnsins besta”  til Landstýrismannin í Barna - og útbúgvingarmálum og til Kommunufelagið. Í tilmælinum eru 15 tilmæli um hvussu betrast kann um umstøðurnar hjá børnum og starvsfólkum á dagstovnaøkinum. 

 

Tilmæli er býtt í fýra høvuðsøkir: 

A.                            Børn hava rætt til

B.                            Útbúgving

C.                           Nøktandi arbeiðsumstøður

D.                           Menningareind fyri dagstovnar 

 

Tilmælið kann lesast her: https://www.bumr.fo/fo/kunning/alit/fyri-barnsins-besta-tilmaeli-fra-dagstovnaradnum-2023

 

Á pallborðsfundinum verður sjóneykan sett á tríggjar tættir, Trý viðurskifti, sum eiga at vera raðfest ovast, tá talan er um at fáa meira námsfrøði á dagstovnaøkið. 

 

1. Hóskandi starvsfólkorka og stødd á barnabólkum - tilmæli 02

2. Krøv til innandura og uttandura viðurskiftir - tilmæli 03

3. Tíð til námsfrøðiligu uppgávurnar - tilmæli 11

 

Við pallborði sita: 

Djóni Nolsøe Joensen, Landstýrismaður í Barna - og útbúgvingarmálum

Sanna á Løgmansbø, forkvinna í Føroya Pedagogfelag.

Per Martin Gregersen, borgarstjóri í Eysturkommunu 

Jógvan Kruse, borgarstjóri í Sunda kommunu 

 

Óluva Zachariassen er orðstýrari á fundinum. 

 

Hetta er ein almennur pallborðsfundur, har øll sum hava áhuga fyri menning av dagstovnanámsfrøðini í Føroyum, eru hjartaliga vælkomin. 

 

Nevndin fyri “Dagstovnanámsfrøði í Føroyum”

 

Elin N W Tausen, forkvinna

Jóna Guttesen, kassameistari

Ingerð Andreassen, skrivari

Edda Hjartvarsdóttir

Ingilín Berg

Lýsing
Seinastu tíðindini
Væleydnað ráðstevna í Varpinum um talgil…
Elsti KÍ-leikarin tekur eitt tørn aftura…
Klaksvíkar Kommuna í rúkandi menning
Formula sett KT-trygdarleiðara
Ein treytaleys umbering til Lóður
Eidesgaard leitar desperatur eftir synda…
“Fyri Barnsins Besta”
Bókaútgáva: Hevur føroyskt virðismeta…
Hví bara Klaksvík?
Vunnu á Suðurkorea
Tað góða samstarvið
Hallur hevur eykakonsert í Varpinum
Árni Frederiksberg hevur tilboð frá flei…
Kvøldskúlin: Komið og lærið nýggja taluk…
Ódn og stórir vinnuskaðar ávirka fyrra h…
Kokkaskúlin í TSK við í norð­urlendskum m…
Tvey norsk manskór vitja Klaksvík í viku…
8 føroyingar bjargaðir av bretskum hetju…
Føroyar varðveita somu kredittmeting
Lívsdygd, trivnaður og umsorgan