Lýsing
Lýsing
Lýsing

Reisigildi á Viðareiði

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  17.09.2024 - 17:26 Myndarøð Tíðindi

Viðareiðis Kommuna er ein barnavinarlig kommuna, og mong børn búgva av tí sama har. Børnini seta stóran dám á gerandisdagin í landsins norðastu bygd, og fyri ikki so langari tíð síðani var skjøtul settur á at gera nýggjan dagstovn í bygdini. Norðlýsið var við, tá reisigildi var fyri nýggja dagstovninum á Viðareiði, og fekk orðið á Maritu Sumberg, borgarstjóra

 

 

Arbeiðið við at gera dagstovnin byrjaði 6. juli í 2023, og í dag, 17. september 2024, er dagstovnurin so innilokaður og verður tí reisigildi hildið. Bygningurin er 475 m² til støddar og skal kunna hýsa 48 børnum. Helvtin av teimum eru vøggustovupláss, soleiðis at skilja, at har skulu vera 2 vøggustovur við plássi til 12 børn í hvørjari, og síðani verður ein dagstovnastova við plássi fyri 24 børnum.

Dagstovnurin er gjørdur eftir lendinum, har hann liggur, og eitt hegn verður sett upp, har børnini kunnu vera trygg og spæla úti. Tað fer eisini at vera møguligt fyri børnini at koma út í náttúruna, men tá verður tað sjálvandi undir eftirliti.

Byggingin er framtíðartryggjað á tann hátt, at skuldi dagstovnurin einaferð víst seg at gjørst ov lítil, er lagt upp fyri, at til skal bera at byggja eina lon afturat upp í hann, sigur borgarstjórin, Marita Sumberg, at enda. 

Ætlanin er at taka dagstovnin í nýtslu innan fyri 2 ár.

 

Kristian Martin Juul, stjóri í Juul sum hevur verið høvuðsarbeiðstakari saman við Maritu Sumberg, borgarstjóra

Lýsing
Seinastu tíðindini
Eidesgaard leitar desperatur eftir synda…
“Fyri Barnsins Besta”
Bókaútgáva: Hevur føroyskt virðismeta…
Hví bara Klaksvík?
Vunnu á Suðurkorea
Tað góða samstarvið
Hallur hevur eykakonsert í Varpinum
Árni Frederiksberg hevur tilboð frá flei…
Kvøldskúlin: Komið og lærið nýggja taluk…
Ódn og stórir vinnuskaðar ávirka fyrra h…
Kokkaskúlin í TSK við í norð­urlendskum m…
Tvey norsk manskór vitja Klaksvík í viku…
8 føroyingar bjargaðir av bretskum hetju…
Føroyar varðveita somu kredittmeting
Lívsdygd, trivnaður og umsorgan
John hin drúgvi
Púra trygt at lækka blokkin
Nú byrjar Morgunsangur aftur eftir summa…
Tiltak 25. september í Klaksvík um burða…
Reisigildi á Viðareiði