Lýsing
Lýsing
Lýsing

Eysturkommuna við nýggjari tiltaksheimasíðu

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  17.09.2024 - 10:31 Tíðindi

Í fleiri ár hevur nógv frítíðarvirksemi verið á skrá. Nú ynskir Eysturkommuna at gera tað enn lættari fyri borgaran, at síggja ríka úrvalið av tiltøkum í kommununi.

 

Tað hevur leingi verið alneyðugt við eini nýggjari heimasíðu til kvøldskúlan. Fyrisitingin sá skjótt ein fyrimun í, at fáa hesa heimasíðu at snúgva seg um meir, enn bert kvøldskúlan.

Hetta er ein fyrimunur fyri borgaran, ið bert skal hyggja á eina síðu, fyri at fáa kunning um so gott sum alt, ið fer fram í kommununi – alt frá kvøldskúlanum, leypandi tiltøkum gjøgnum árið, umframt frítíðarvirksemi til børn, ung og vaksin.

Alskyns virksemi verður nú víst fram í nýggjum hami.

Skuldi áhugi verið fyri at lært okkurt nýtt, ella kanska einum nýggjum frítíðarítrivi ella einum ynski um at taka lut í lokalsamfelagnum, ja, so er hetta nú einans fá klikk frá veruleika.

Ynskir tú at læra meir um føroyskt fuglalív? Ella kundi tú hugsað tær at lært at garvað skinn? Ella ynskir tú at læra at gera jólakonfekt? Kanska ynskir barnið hjá tær at læra at spæla uppá gittara? Ella klaver?

Ja, sanniliga er úrvalið av skeiðum, frítíðarvirksemi og undirvísing í Eysturkommunu ríkt.

Vitja nýggju heimasíðu okkara her. Blaða gjøgnum stóra úrvalið, finn tær tað, ið fangar tín áhuga, og tekna teg. So lætt og ómakaleyst kann tað gerast. Tú sært harumframt eisini kalendaran, ið vísur eitt yvirlit yvir, nær viðkomandi virksemi fer fram – alt á einum stað.

Eysturkommuna ynskir at fremja eitt livandi og aktivt samanhald. Nýggja tiltaksheimasíðan er ein liður í at binda fólkið her býr, tættari saman.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað góða samstarvið
Hallur hevur eykakonsert í Varpinum
Árni Frederiksberg hevur tilboð frá flei…
Kvøldskúlin: Komið og lærið nýggja taluk…
Ódn og stórir vinnuskaðar ávirka fyrra h…
Kokkaskúlin í TSK við í norð­urlendskum m…
Tvey norsk manskór vitja Klaksvík í viku…
8 føroyingar bjargaðir av bretskum hetju…
Føroyar varðveita somu kredittmeting
Lívsdygd, trivnaður og umsorgan
John hin drúgvi
Púra trygt at lækka blokkin
Nú byrjar Morgunsangur aftur eftir summa…
Tiltak 25. september í Klaksvík um burða…
Reisigildi á Viðareiði
Vísindavøka á ferð á Klaksvíkar Bókasavn…
Virkið Heyst verður í komandi viku
Á rannsóknarferð í Klaksvík
Eystur­kommuna við nýggjari tiltaksheimas…
Høgni remis í maratontalvi