Lýsing
Lýsing
Lýsing

Flyglið komið.

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Dávur Winther  |  16.09.2024 - 15:36 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Tað fyrsta Steinway & Sons í Norðoyggjum. Sagt hevur verið, ”Eitt mentanarhús uttan eitt Steinway, er sum ein línubátur uttan eitt línuspæl”.

Seint í gjárkvøldið kom ein bilur frá  Faroe Ship við flyglinum. Tíðliga í morgum møttil væl av fólki at fáa flyglið innum

Ein sum stóð í fremstu røð, var sjálvandi borgarstjórin, Karl H. Johansen.

Tað hevur frá byrjan av verið aðalmálið við húsinum, at fáa útvegað eitt rættuligt flygel til húsið – Eitt Steinway konsetflygel D 274 – sum nú er her!

Men eftir leiðini stakst upp, at at tú kanst fáa eitt Steinway D 274 SPIRIO r, sum merkir, at tað kann taka upp tað, ið spælt verður.

Ella tú kanst logga teg á eina koncert í t.d. Carnigie Hall, so flyglið hjá tær í Klaksvík, spælir tað saman, sum verður spælt har yviri.

Ella tú kanst undirvísa og hava Master Classes í Klaksvík, við einum heimskendum klaverleikara á hansara SPIRIO-flygli úti í heimi.

Men tað stutta av tí langna er, at Varpið nú hevur eitt altjóða flygel, sum er eftirspurt, tá ið kendir tónleikarar, sangarar ella orkestur leita hendavegin!

Fyri stuttum varð eg uppringdur av kóleiðara í Oprahúsinum í Trøndheimi. Hann hevði hoyrt so nóg gott um húsið, Varpið – at tað var so ljóðgott. Hvaðani hevur tú hoyrt tað? spurdi eg. Bæði úr Noregi og úr Føroyum, var svarið!

Tá ið hann so spurdi, um kór hansara kundi koma til Klaksvíkar í mai 2025, var svarið: ”Ja, sjálvandi – vit eru vinarbýir”!

Jú, nú kann Varpið bjóða eitt rættiligr konsetflygel – Eitt frá Juhl & Sørensen í Århus, bygt í Hamburg, eitt Steinway & Sons D 274 SPIRIO r. Í morgin kemur Alice Eldivig, sølufólk úr Århus at kunna okkum betri um SPIRIO-partin.

Flyglið, sum kostar um 2 mill er stuðlað av Augustinusgrunninum, niðurlagda Kommunala Starvsmannafelagnum og einum vinnulívsmanni, sum vil verða ónevndur.

Vit eru øll sera takksom og glað, at hetta bar á mál – Krúnan á verkinum, sum tikið verður til.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað góða samstarvið
Hallur hevur eykakonsert í Varpinum
Árni Frederiksberg hevur tilboð frá flei…
Kvøldskúlin: Komið og lærið nýggja taluk…
Ódn og stórir vinnuskaðar ávirka fyrra h…
Kokkaskúlin í TSK við í norð­urlendskum m…
Tvey norsk manskór vitja Klaksvík í viku…
8 føroyingar bjargaðir av bretskum hetju…
Føroyar varðveita somu kredittmeting
Lívsdygd, trivnaður og umsorgan
John hin drúgvi
Púra trygt at lækka blokkin
Nú byrjar Morgunsangur aftur eftir summa…
Tiltak 25. september í Klaksvík um burða…
Reisigildi á Viðareiði
Vísindavøka á ferð á Klaksvíkar Bókasavn…
Virkið Heyst verður í komandi viku
Á rannsóknarferð í Klaksvík
Eystur­kommuna við nýggjari tiltaksheimas…
Høgni remis í maratontalvi