Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

KÍ hevur vunnið 80 UEFA-milliónir inn síðani 2017

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  16.09.2024 - 21:25 Ítrottur Tíðindi

Tað eru ikki smávegis milliónir, sum KÍ hevur spælt inn í føroyska samfelagið og eisini kommunukassan í Klaksvík síðstu árini.

Vit hava verið og hugt í roknskapirnar hjá FSF, sum finnast aftur til og við 2017. Og sigast má, at KÍ hevur givið nógv til lands- og kommunukassa. Tí síðani 2017 hevur KÍ vunnið 80,5 milliónir frá UEFA fyri síni úrslit í altjóða kappingum. Starvsfólkalønirnar hava hesi árini verið eini 63 milliónir. Tá hava vit gjørt eina meting av árinum 2024, tí hesar inntøkur eru ikki almennar enn. Afturat hesum koma aðrar avleiddar inntøkur, sum koma av hesum mongu dystum. Har kann nevnast flogferðir, hotellgistingar, ferðing við bussum, áskoðarainntøkur og annað. At leikvøllurin í Klaksvík er altjóða leikvøllur vegna íløgur í fleiri ár ger umframt at betra nógv um møguleikarnar hjá KÍ at standa seg væl bæði í heimligu kappingunum og í altjóða fótbólti, at eisini U-landslið og annað føroyskt lið (Víkingur) spæla í Klaksvík, og tað fær avleiddan týdning fyri m.a. handilslív, hotellir o.a. Sí talvu niðanfyri.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað góða samstarvið
Hallur hevur eykakonsert í Varpinum
Árni Frederiksberg hevur tilboð frá flei…
Kvøldskúlin: Komið og lærið nýggja taluk…
Ódn og stórir vinnuskaðar ávirka fyrra h…
Kokkaskúlin í TSK við í norð­urlendskum m…
Tvey norsk manskór vitja Klaksvík í viku…
8 føroyingar bjargaðir av bretskum hetju…
Føroyar varðveita somu kredittmeting
Lívsdygd, trivnaður og umsorgan
John hin drúgvi
Púra trygt at lækka blokkin
Nú byrjar Morgunsangur aftur eftir summa…
Tiltak 25. september í Klaksvík um burða…
Reisigildi á Viðareiði
Vísindavøka á ferð á Klaksvíkar Bókasavn…
Virkið Heyst verður í komandi viku
Á rannsóknarferð í Klaksvík
Eystur­kommuna við nýggjari tiltaksheimas…
Høgni remis í maratontalvi