Lýsing
Lýsing
Lýsing

Óvanligur grindadagur í Klaksvík

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Oliver Joensen  |  16.09.2024 - 18:28 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Í morgun var boðað frá grind á Pollinum. Skjótt kom fram, at grindin skuldi ikki haldast til eftir grindalógini, men í staðin varð avgjørt, at grindin skuldi haldast til til æru fyri Havstovuna. Tað var tí ikki vanligu grindamenninir, ið vóru møttir, tá ein roynd varð gjørd at halda grindini til á Sand á Stongunum. Fremstir við sjóvarmálan var Bjarni Mikkelsen, hvalaserfrøðingur av Havstovuni og so Kringvarpið við Kára Sólstein og Ólavi Wolles, Oliver frá Norðlýsinum helt seg eitt sindur aftanfyri teirra.

Men tað gekk ikki so væl at reka grindina á Land á Sand á Stongunum, menn vistu, at marbakki var stutt uttanfyri sandstrondina har, so hvalirnir vendu hvørja ferð, teir nærkaðust at gera landgond. Roynt var fleiri ferðir uttan at tað eydnaðist. Tí var gjørt sum vanligt, grindin varð rikin heim í fjøruna við Lágvíkarnar. Har var hildið til, ikki til dráps. Bert skrúvumaskina og bítitengur skuldu brúkast, tí Bjarni Mikkelsen við fylgji skuldu seta sendarar á tveir hvalir. Tað gekk væl at fáa hvalir at gera landgongd, men operatiónin við skrúvumaskinuni og skrúvuaboðum gekk so mikið seint, at fólk vóru farin at hugsa, um nakað lív var eftir í hvalunum, áður enn at teir kundu sleppast út aftur. Vit hildu at tveir hvalir fingu sendara og annað mátingartól settan á seg, ímeðan onkur helt at fýra hvalir fingu hesa fornemmu viðgerð, áðrenn teir aftur vórðu sleptir út á Vágna, har teir enn liggja og grindast ímillum Stóru kaj og heimaru kaj.

Spennandi verður nú at fylgja hvalunum nú teir eftir vitjanina í Klaksvík fara víðari út í heim. Tað er ótrúliga umráðandi at vit føroyingar eru við til at kanna alt lív, ið svimur kring klettar okkara. Grind hevur havt sera stóran týdning fyri okkum frá gamlari tíð og hvør veit, kanska fara vit aftur at síggja týdningin av okkara egna matkova. Tað hevur tí stóran týdning at vit eru við til at røkja eitt nú fugl, fisk og grind á burðardyggan hátt.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað góða samstarvið
Hallur hevur eykakonsert í Varpinum
Árni Frederiksberg hevur tilboð frá flei…
Kvøldskúlin: Komið og lærið nýggja taluk…
Ódn og stórir vinnuskaðar ávirka fyrra h…
Kokkaskúlin í TSK við í norð­urlendskum m…
Tvey norsk manskór vitja Klaksvík í viku…
8 føroyingar bjargaðir av bretskum hetju…
Føroyar varðveita somu kredittmeting
Lívsdygd, trivnaður og umsorgan
John hin drúgvi
Púra trygt at lækka blokkin
Nú byrjar Morgunsangur aftur eftir summa…
Tiltak 25. september í Klaksvík um burða…
Reisigildi á Viðareiði
Vísindavøka á ferð á Klaksvíkar Bókasavn…
Virkið Heyst verður í komandi viku
Á rannsóknarferð í Klaksvík
Eystur­kommuna við nýggjari tiltaksheimas…
Høgni remis í maratontalvi