Lýsing
Lýsing

40. ársfundur Útnorðurráðsins í Tórshavn

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  28.08.2024 - 11:29 Mentan Politikkur Tíðindi

Útnorðurráðið heldur í hesum døgum 40. ársfund ráðsins í Tórshavn. Á ársfundinum, ið var settur í Norðurlandahúsinum týsmorgunin, hittast fólkavaldu limirnir í ráðnum.

 

Ráðið er mannað av 6 tinglimum úr hvørjum landi í útnorðri, Grønlandi, Føroyum og Íslandi. Harumframt luttaka politikarar og gestir úr hinum Norðurlondunum. Á fundinum umrøður ráðið viðurskifti av áhuga fyri londini í útnorðri. Á skrá fyri ársfundin hesa ferð eru evnini sivil tilbúgving í útnorðri og mál í útnorðri í einum talgildum heimi á skránni. Harumframt viðgerð ráðið onnur viðkomandi evni, herímillum altjóða samstarv.

Eisini verður Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins handað í sambandi við ársfundin. Virðislønin verður latin á øðrum hvørjum ári, og í ár eru útvaldu bøkurnar Flytifuglar eftir Elina á Rógvi, Eli aalisagarsuarlu eftir Apollus Inûsugtok (GL) og Héragerði eftir Lóu H. Hjálmtýsdóttir (IS). Virðislønin verður handað hósdagin 29. august kl. 17 á almennum tiltakið í Norðurlandahúsinum.

Grønland tekur við formanssætinum í formansskapinum fyri komandi árið. Nýggjur formaður verður Doris J. Jensen, Steinunn Tóra Árnadóttir verður 1. næstformaður og verandi formaður, Jenis av Rana, verður 2. næstformaður.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ongi ung - ongin framtíð
Stjørnan á heimavølli sunnudagin
 Fólka­atkvøðan 78 ár
1.deild hjá KÍ spælir botngysara leygard…
Ferðafrásøgn – Hornorkestrið á Skúlatrøð
U16 genturnar í steypafinaluni
Knógvaðu Palestina
Vit kunnu ikki liva við, at ung detta ni…
Tá vit goyma fiskin í sjónum! 4. Partur
Melda til heilsufótbólt 2024
Ziska 1b hevur evnisarbeiði
U16 Genturnar spæla semifinalu í kvøld
Føroyskur politistur og politihundur hei…
Tróndur Sigurðsson tikið seg av javnaðar…
Veljarin er klárur til størri javnstøðu
Av sonnum ein stuttfluttur døgurði
Katrin stillar ikki upp aftur
Føroyska kvotan av norð­havssild fyri 202…
Bókasavnið fullsett um Victor
Helgi í stórum stíli