Lýsing
Lýsing
Lýsing

Vit kunnu ikki liva við, at ung detta niðurímillum

SKRIVAÐ: Fólkaflokkurin  |  13.09.2024 - 22:42 Politikkur Tíðindaskriv

Bæði politi og tollvald gera nógv fyri at steðga innflutninginum av ólógligum rúsevnum. Tó metir politiið, at myndugleikarnir bert steðga einum lítlum parti av innflutninginum, og at neyðugt er at styrkja marknaeftirlitið. Bárðir á Lakjuni, tingmaður fyri Fólkaflokkin, hevur sett løgmanni skrivligan fyrispurning um evnið.

 

 

 

«Rúsevni floyma inn í samfelagið» var yvirskrift í Kvf í apríl í ár. «Rúsevni floyma, har fólk savnast» segði leiðarin fyri RÓWT í juli í ár. «Rúsevni floyma enn inn í landið» var forsíðan á Sosialinum í júst farnu viku. Kanningardeildin hjá løgregluni sigur, at nøgdirnar av rúsevnum gerast alsamt størri.

Gongdin er ikki góð, kann sostatt staðfestast.

 

Hóast tøk eru tikin á rúsevnisøkinum fyri at basa bæði innflutningi og misnýtslu, so tykist tað góða at tapa, og óndskapurin at vinna.

Tað er eyðsýniliga neyðugt at seta enn harðari móti hørðum, tí bara seinastu tvey árini er m.a. lagt hald á tvífalt so stórar nøgdir av hashi sumtey átta undanfarnu árini tilsamans, sambært Kvf í apríl í ár. Nøgdin av harðari rúsevnum er eisini markant hækkað.

 

Í mars 2022 varð «Heildarætlan um atfyribyrgjaog tálmarúsevinsmisnýtslu í Føroyum 2022-2028» handað táverandi løgmanni, Bárði á Steig Nielsen. Heildarætlanininniheldur 58 tilmæli innanhesifimm átaksøki: Fyribyrging, viðgerð, eftirlit, revsifulnaðurog vitanargrundarlag.

 

“Í Føroyum kunnu vit als ikki liva við, at ung detta niðurímillum. Vit síggja tíverri, at hetta hendir. Nú hava vit fingið nøkur greið tilmæli og góð amboð. Tað fegnist eg um, tí vit mugu gera nakað við trupulleikan beinanvegin. Vit hava ikki ráð at bíða,” røddi løgmaður tá heildarætlanin varð handað.

 

Bæði politi og tollvald gera nógv fyri at steðga innflutninginum av ólógligum rúsevnum. Tó metir politiið sambært Heildarætlanini, at myndugleikarnir bert steðga einum lítlum parti av innflutninginum, og at neyðugt er at styrkja marknaeftirlitið. Hvat verður gjørt á hesum øki?

 

Sí skrivliga fyrispurningin hjá Bárði á Lakjuni her: Mál (logting.fo)

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroyar varðveita somu kredittmeting
Lívsdygd, trivnaður og umsorgan
John hin drúgvi
Púra trygt at lækka blokkin
Nú byrjar Morgunsangur aftur eftir summa…
Tiltak 25. september í Klaksvík um burða…
Reisigildi á Viðareiði
Vísindavøka á ferð á Klaksvíkar Bókasavn…
Virkið Heyst verður í komandi viku
Á rannsóknarferð í Klaksvík
Eystur­kommuna við nýggjari tiltaksheimas…
Høgni remis í maratontalvi
Ferðafrásøgn – Hornorkestrið á Skúlatrøð
KÍ hevur vunnið 80 UEFA-milliónir inn sí…
Sambands­flokku­rin stillar upp til Klaksv…
Kom og fríðka um býin
Óvanligur grindadagur í Klaksvík
Flyglið komið.
Klaksvíkar kommuna skipar fyri vinnudegi
Tunlar gera okkum ikki til havnar­fólk