Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ferðafrásøgn – Hornorkestrið á Skúlatrøð

SKRIVAÐ: Hornorkestrið á Skúlatrøð  |  13.09.2024 - 23:56 Mentan Myndarøð Tíðindi

Fylgið við konsertferðini við áhugaverdum ferðafrásagnum og myndum her á Norðlýsinum komandi dagarnar. Annar partur hesaferð.

 

Fríggjadagur 13.sep.

 

Í dag vóru vit tíðliga á fótum. Vit fingu ein góðan morgunmat á vallaraheiminum og síðan fóru vit hvør í sínum lag út, at uppliva Stirling.

Stirling er ein lítil, hugnaligur býur, skamt norðanfyri Edinburgh. Her búgva knapt 40.000 íbúgvar og her er nógv, at síggja og uppliva. Onkur vitjaði Old town jail, Stirling Castle og onnur spákaðu runt í hugnaligu gøtunum.

Kl.12.30 møttust vit uttanfyri vallaraheimið, tí tá fóru vit øll somul til Blair Drummond Safari Park. Vit eru eitt stórt ferðalið, so tá vit fóru avstað varð uppteljing, fyri at tryggja, at ongin stóð eftir.

Í safari parkini sóu vit alskyns djór, alt frá nashyrningum til apur, giraffar, geitir, pingvinur, fílar, tikarar, reinsdjór, highland kýr og enntá meyrur.

Komin heim aftur frá safari parkini, fóru vit beint at gera okkum klár til fyrstu konsertina á túrinum. Vit koyrdu til Devonside, sum er ein lítil býur uttanfyri Stirling. Móttøkan var sera góð. Til hesa konsertina spældu eisini Clackmannan juniorband og ungdómshornorkestur. Og síðsta lagið spældu øll trý hornorkestrini saman.   

Nógvir áhoyrarar vóru møttir til konsertina og har ímillum var ongin annar enn borgarstjórin og frú, í fínasta puss- stórari ketu um hálsin. Hann var bæði blíður og týður, prátaði við børnini og ynskti, at fáa mynd av sær og hornblásarunum, sum vóru komin langa leið at vitja hansara kommunu.

Eftir ein langan og hendingarríkan dag, komu vit øll aftur á vallarheimið seint í kvøld. Vit fóru beint undir fjaðrarnar, tí í morgin er aftur ein spennandi dagur fyri framman.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nógv lýddu á seinastu prædikuna hjá Joha…
Rætta sjálvstýriskósin sett
Janus Open
Solidariska jarðarferðin?
Torradagar 17. – 22. februar
Hans Jacob heldur rundan dag
Tøkk - Dagný Olsen, f. Sólstein
Hoyringsskriv viðvíkjandi ætlanini at s…
Svimji­felagið Ægir 50 ár
Frálík nýggjárs­konsert
Tórshav­nar Gongufelag á vitjan
Pelagisku skipini undir Føroyum og Íslan…
Listafólk tryggjað eftirløn og ein nýggj…
Innskriving til 1. flokk komandi skúlaár
Sløkkiliðsleiða­rin: - Ein ótrúlig væta
Styrktur Ríkisfelagsskapur
KÍF á triðjaplássi eftir sigur á Mjølni…
Javnleikur í toppdysti
Útsynningur alla vikuna
Sera ring koyrilíkindi