Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ongi ung - ongin framtíð

SKRIVAÐ: Anfinn í Toft  |  14.09.2024 - 10:00 Politikkur Tíðindaskriv

Skal Klaksvíkar kommuna nakrantíð tosa um at ganga á odda, so mugu ungfólk trívast her

 

Ungdómurin myndar nevniliga framtíðina og er framtíðin!

Um okkara ungdómur kennir seg virdan, hoyrdan og hevur góð minnir við sær, um ein blómandi ungdómstrivnað í Klaksvík, so eru útlit fyri, at hesi venda aftur júst á hendan stað seinni í lívinum, við vón um júst sama ungdómstrivnað og tryggleika, sum tey vuksu upp í!

Vit hava longu fleiri góð tilboð til tey ungu. Eitt gott ungdómshús, frítíðar- og ítróttarfeløg, kvøldskúla av ymiskum slag og mangt annað.

Tó bendir okkurt á, at vit ikki eru nóg góð at lurta eftir teirra tørvi. Í øllum førum onkuntíð - tí ein stórur partur av okkara ungdómi leitar sær aðrastaðni í vikuskiftunum og um kvøldarnar.

Tað man tí verða lætt hjá einum komandi kommunustýri at fáa undirtøku fyri, at menna ungdómsbýin í einum meiri nútíðarhóskandi hami eftir teirra tørvi.

Eg síggi fyri mær býarrúm, tilhalds- og savningarstøð ymsastaðni í býnum, bæði innan og uttandura, innan frítíðar- og ítróttarvirksemi, og við einum miðvísum endamálið um eitt ríkari kafé og matstovuumhvørvi ið eru hegnisliga flætta inn í býarskipanina, har kommunan er ein grundleggjandi viðspælari.

Støð har ungdómar kunnu koma hvør øðrum við, njóta samveruna, náttúruna, kanska bara tað at verða í millum onnur og verða samansjóðað á ein stimbrandi og kollektivan hátt, ið lyftur karmarnar um trivnaðin á ein tryggan hátt, á okkara staði fyri allan ungdóm.

Varpið er eitt mentunar- og býartilfeingið ið eigur at koma teimum ungu til góðar og skapa karmar um trivnað millum okkum øll, ung sum gomul.

Í hesum fantastiska mentanarbygningi, hava vit nærum óavmarkaðar møguleikar til trivna og tiltøk av handan slag; konsertir, samkomutiltøk, ein pall hjá ungum at framføra í og so mangt annað har einans hugflogið setur mørkini.

Tað hevði skapt tryggar og góðar karmar, og ein ungdómstrivnað, ið savnar ungdómin í einum ungdómsumhvørvi og náttarlívi fyri øll, bæði mitt í viku og um vikuskiftini.

 

Anfinn í Toft

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroyar varðveita somu kredittmeting
Lívsdygd, trivnaður og umsorgan
John hin drúgvi
Púra trygt at lækka blokkin
Nú byrjar Morgunsangur aftur eftir summa…
Tiltak 25. september í Klaksvík um burða…
Reisigildi á Viðareiði
Vísindavøka á ferð á Klaksvíkar Bókasavn…
Virkið Heyst verður í komandi viku
Á rannsóknarferð í Klaksvík
Eystur­kommuna við nýggjari tiltaksheimas…
Høgni remis í maratontalvi
Ferðafrásøgn – Hornorkestrið á Skúlatrøð
KÍ hevur vunnið 80 UEFA-milliónir inn sí…
Sambands­flokku­rin stillar upp til Klaksv…
Kom og fríðka um býin
Óvanligur grindadagur í Klaksvík
Flyglið komið.
Klaksvíkar kommuna skipar fyri vinnudegi
Tunlar gera okkum ikki til havnar­fólk