Lýsing
Lýsing

Frímund bjóðar seg fram!

SKRIVAÐ: Frímund Hansen  |  28.08.2024 - 15:16 Politikkur Tíðindi

Klaksvík og norðoyggjar hava nógv at bjóða okkum og vit havi nógv at bjóða fólkinum ið her býr.

 

Ongin ivi um at tað grør um gangandi fót á mongum økjum í kommununi. Ítróttur og mentan seta dagskránna. Fríðtíðarfelagskapir, samkomur, og bæra fólk sum taka seg saman og seta fólkslig tiltøk á skrá eru tey ið bera okkara samleika og samanhald.

Skúli og barnaansing var eitt mál sum okkara fólk setti sær fyri at betra um undan seinasta valið. Eg haldi at okkara fólk hevur gjørt eitt gott arbeiði á tí økinum. Hoyri onki um at barnafamiljurnar mangla stovnspláss longur.

Har eru tó fleiri ting sum enn kunnu betrast, sum t.d. eina menta og skipaða matarskipan allan vegin ígjøgnum. Eisini vil eg arbeiða fyri eini fríkortsskipan til børn til limaskap í ítróttar- og frítíðarfelagsskapum.

Hendan setan eigur at seta eldra- og avlamisøki fremst á skrá hesaferð. Eins og tað er neyðugt at vit hava eina vælskipaða barnaansing, er neyðugt at vit hava nokk og virðiligar umstøður til okkara gomlu og til tey ið hava tørvin. Tað eigur ikki at vera nakar trupuleiki at nokk av plássum eru. Framskrivaða demografi’in sigur tað, at tað eru so og so nógvum plássum at tað er brúk fyri. Og so skal tað vera tað. At vit hava ein konstantan bíðilista eigur ikki at verða góðtikið frammyvir. Vit skulu vera frammanfyri pukkulin og ikki aftanfyri.

 

Tað er har eg eri!
Frímund Hansen

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ongi ung - ongin framtíð
Stjørnan á heimavølli sunnudagin
 Fólka­atkvøðan 78 ár
1.deild hjá KÍ spælir botngysara leygard…
Ferðafrásøgn – Hornorkestrið á Skúlatrøð
U16 genturnar í steypafinaluni
Knógvaðu Palestina
Vit kunnu ikki liva við, at ung detta ni…
Tá vit goyma fiskin í sjónum! 4. Partur
Melda til heilsufótbólt 2024
Ziska 1b hevur evnisarbeiði
U16 Genturnar spæla semifinalu í kvøld
Føroyskur politistur og politihundur hei…
Tróndur Sigurðsson tikið seg av javnaðar…
Veljarin er klárur til størri javnstøðu
Av sonnum ein stuttfluttur døgurði
Katrin stillar ikki upp aftur
Føroyska kvotan av norð­havssild fyri 202…
Bókasavnið fullsett um Victor
Helgi í stórum stíli