Lýsing
Lýsing
Lýsing

Frítíðarkortið í royndartíð, takk!

SKRIVAÐ: Hjalmar Zachariassen  |  02.09.2024 - 06:00 Politikkur Tíðindaskriv

Frítíðarkortið kann tryggja øllum børnum og ungum í Klaksvíkar Kommunu javnbjóðis atgongd til ítróttar- og frítíðarvirksemi.

 

 

Frítíðarkortið – Hvat er tað?

Í nøkur ár hava nakrar kommunur í Føroyum roynt seg við frítíðarkortinum. Frítíðarkortið er ein skipan, sum lutar út kort til børn og ung, sum geva teimum ókeypis atgongd til frítíðarvirksemið í kommununi. Eigarin av kortinum fær eina ávísa upphædd, sum hann ella hon kann brúka til at rinda fyri lima- og luttøkugjøld í sambandi við ítróttar- og frítíðarvirksemi.

 

Endamálið við frítíðarkortinum

Endamálið við hesi skipan er at eggja fleiri børnum og ungum at gerast virkin í ítróttar- og frítíðarvirksemi. Ofta verður tikið fram, at tað er fíggjarliga tyngjandi hjá nógvum barnafamiljum, tá ið børnini vilja luttaka í fleiri frítíðaraktivitetum. Við einum frítíðarkorti ber til at tryggja, at øll børn hava møguleika at luttaka í einum ella fleiri frítíðarítrivum.


Vit í Sjálvstýri halda, at tað er upp á tíðina, at Klaksvíkar Kommuna fer at royndarkoyra slíka skipan í nøkur ár. Orsøkirnar eru fleiri:

 

Lættari atgongd fyri øll

Øll børn og ung í kommununi fáa lættari atgongd til ítróttar- og frítíðarvirksemi. Øll fáa tryggjað ein møguleika at vera við, uttan mun til fíggjarligan status. Hetta kann vera serliga hent fyri at fáa útlendskar tilflytarar at luttaka í felagslívinum, umframt at tað kann fáa fólk úr øðrum kommunum at flyta higar.

 

Meiri luttøka og sambond

Sannlíkt er, at fleiri velja at luttaka í meira enn einum frítíðarvirksemi. At børn og ung eru við í meira enn einum frítíðarvirksemi skapar meira virksemi og sambond. Vit eggja til spennandi alternativ til stóru skermnýtsluna.

 

Vøkstur í feløgum og nýggj tilboð

Fleiri feløg fara at uppliva, at limatalið hækkar, sannlíkt eisini virksemið.
Tað er eisini sannlíkt, at fleiri frítíðartilboð verða stovnað, tá ið tað kann gerast eitt sindur lættari at fáa limir og eitt fíggjarligt íkast til virksemið.

 

Vansar við skipanini – tí er royndartíð neyðug

Sjálvandi eru tað eisini vansar við einari slíkari skipan, tí vilja vit seta hesa skipan í verk fyrst í eina royndartíð, so at vit kunnu eftirkannað, hvat árin hon hevur.

 

Møguligir vansar – og hvussu teir kunnu minkast

Tað kann millum annað hugsast, at feløg seta limagjaldið upp, og tey, sum hava eitt sera høgt limagjald, fara avstað við størsta partinum av kakuni. Til tess kann man seta eitt loft – t.d. at í mesta lagi 1/3 av frítíðarkortinum kann brúkast uppá eitt felag.

Kommunan má eisini seta treytir fyri, hvør kann vera við og hvør ikki, so at skipanin ikki verður brúkt til annað enn tað, hon er ætlað til, nevniliga at tryggja luttøkumøguleikar og økja útboðið.

 

Fyrimunirnir viga tyngri

Verður rætt borið at, so skulu fyrimunirnir nokk viga meira enn vansarnir. Vit koma at síggja eitt breiðari úrval av frítíðaraktivitetum og eina størri luttøku. Soleiðis kann Klaksvíkar Kommuna vera eitt stað fyri øll talent.

 

Hjalmar Zachariassen
Sjálvstýri

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
- Tað krevur fyrst og fremst hart arbeið…
Valfundur í Haraldsundi, 17. mars 2026
- Sjálvstýri hevði staðið sterkari um ta…
1.000 føroyingar við demens – hvør er po…
HETTAR VAR IKKI MEININGIN - Vit regulera…
Ung menniskju fáa ikki fótin innum bústa…
"HVAT KOSTAR TAÐ IKKI FYRI SAMFEALGIÐ AT…
Lat okkum gera tað lættari hjá ungum at…
Eysturoyar­tunnilin – nú skal tunnilsgjal…
Alsamt fleiri íbúðir í Norð­oyggjum
Hvat heldur Miðflokku­rin um skúlan?
Heldur eiga enn leiga bústað
Tillaga størv skerd 1mio og nokta avlami…
Frá Hjarta­felagnum
Tiltøk í vikuni
Sólstein og Vatnhamar vitjaðu Komið øll…
- Tað er ringt at bakka í dagljósið, so…
- Hevur týdning at vit fáa meira kvinnur…
Valprát við Fólka­flokkin
Tveir ungdóms­venjarar tosa um ungdómsfót…