Lýsing
Lýsing
Lýsing

Útlendingastovan tekur yvir avgerðir um útlendingamál

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  03.09.2024 - 10:02 Tíðindi

Frá fyrradegnum 1. septembur 2024 fóru flestu mál innan útlendingaøkið undir føroyskan avgerðarmyndugleika.

 

Broytingin mekir, at allar umsóknir um varandi og fyribils uppihalds- og arbeiðsloyvi, sum t.d. viðvíkja familjusameining, arbeiði (eisini gjøgnum ítróttaravtalur, Fast Track-avtalur og ES-lóggávu), sjálvstøðugt vinnurekandi, lesandi, starvsnæmingar, granskarar, trúboðarar, og teirra familjur, umframt au pair-umsóknir, framyvir verða viðgjørdar av Útlendingastovuni.

Um spurningar stinga seg upp í hesum sambandi, er Útlendingastovan til reiðar at ráðgeva. Viðkomandi vegleiðingar, umsóknarbløð, málsviðgerðartíðir og aðrar upplýsingar eru nú eisini at finna á heimasíðuni www.utlendingastovan.fo 

Framvegis verða tó mál um visum, friðskjól, útvísing og ríkisborgararætt ikki avgreidd av føroyskum myndugleikum. Í slíkum førum kunnu danskir útlendingamyndugleikar enn veita neyðuga vegleiðing og ráðgeving.

Fleiri upplýsingar um mannagongdir, kærumyndugleikar og annað kunnu finnast á heimasíðuni hjá Útlendingastovuni her.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG
Kythira! -Ella kanska ikki?
Hitabylgjur verða sannlíkt vanligari kom…
Móðir KÍ-leikarar í skelkandi tapi
Varpið vorðið miðdepilin í Klaksvík
Upptakt: KÍ-07 Vestur
Føroyar í hálvfinaluni eftir sigur á And…
- Errin bjóða vit øllum heiminum inn til…
Jógvan Júst talar í Betesda sunnudagin
Føroysku flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu 3-0 á…
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG