Lýsing
Lýsing
Lýsing
Hóast tað í apríl varð sligið stórt upp, at Grøni Háskúlin á Sandi tók næmingar inn aftur nú í heyst, so gera strongu upptøkukrøvini, at næmingagrundarlag ikki er at byrja eitt hold, og heystskeiðið verður tí av ongum

Grøni Háskúlin kvaldur í bureaukratii

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  04.09.2024 - 12:21 Mentan Tíðindi

Tað er lagnunnar speisemi, so tað forslær, at undir einum Landsstýri, sum hevur upprættað eitt Umhvørvismálaráð, dettur einasti føroyski Grøni Háskúlin nú niðurfyri.

 

 

Tað verður ongin upptøka til Grøna Háskúlan nú í heyst, og sambært Dimmalætting dettur skúlin av tí sama niðurfyri. Orsøkin er, at háskúlalógin setur sum fortreyt, at fyri at fáa játtan skal skúlin í minsta lagi hava 12 næmingar við 9. floksprógvi. Víðari stendur í tíðindaskrivi frá Grøna Háskúlanum, at umframt tað kravið skulu 12 næmingar vera millum 17 og 25 ár.

Hetta merkir, at hóast áhugin skuldi verið stórur millum fólk uttanfyri hendan smala málbólkin, so verður kortini onki skeið upprættað, um ikki minst 12 næmingar eru í smala málbólkinum. Eisini skulu næmingarnir læra um føroyskt mál og føroyska mentan í minst 16 vikur.

Hesi krøv megnar Grøni Háskúlin ikki at liva upp til, og tískil ber ikki til at fara undir háskúlaskeið nú í heyst.

Tað stóð annars á s. 11 í samgonguskjalinum, at háskúlalógin skuldi broytast (uttan at tað tó stendur til hvat), men nú knapt tvey ár seinni kann bara staðfestast, at onki er hent. Seinasta broytingin í lógini varð gjørd í undanfarna valskeiði.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Várljóð - ein røð av konsertum her norðu…
Leygar­dagin 21. mars hevði Einleikarafel…
Tilbúgv­ingar­venjing – Djúpini 2026
Stjørnan og Neistin leika fjóðringsf­ina…
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum
Beinir: - Vit skulu finna loysnir uppá m…
Visit North sjósetir nú nýggju haldføris…
Elding økir um sítt virksemi
Rúsan letur aftur í Klaksvík
- Fuglafjørður er fiskivinnu høvðusstaðu…