Lýsing
Lýsing
Lýsing

KÍ vann botngysaran

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  14.09.2024 - 17:58 Ítrottur Tíðindi

Hóast FC Hoyvík vassaði í málmøguleikum í seinna hálvleiki, so vildi bólturin ikki inn og so vann KÍ 2-1.

KÍ hevði nógvar leikarar frá hópinum hjá besta liðnum frá byrjan, og tók tí dystin í álvara, tí vann KÍ ikki hendan dystin, so var niðurflyting ein góður møguleiki. KÍ byrjaði eisini væl, men uppá fyrsta møguleika skoraði FC Hoyvík uppá væl spælt skjótálop. KÍ svaraði aftur við málum frá Dávid B. Andreasen og Dan í Soylu.

Í hálvleikinum og sum dysturin gekk, blivu leikarar frá Betri-hópinum útskiftir. FC Hoyvík var nógv betra liðið í seinna hálvleiki og minst tríggjar ferðir raktu hoyvíkingar stengurnar. Ari í Haraldsstovu Petersen spældi ein góðan dyst og endin var, at KÍ vann 2-1, hóast tað als ikki var í tráð við málmøguleikarnar í seinna hálvleiki.

Sigurin hjá KÍ hevði stóran týdning, tí nú hevur KÍ fýra stig niður til FC Hoyvík. Men sum FC Hoyvík spældi í dag, so skal KÍ helst hava onkran sigur afturat fyri at halda sær í deildini, og nú eru bara tvey umfør eftir, har leikarar eldri enn 21 ár kunnu flyta niður. Tí eigur KÍ at senda eins nógvar leikarar niður komandi tveir dystirnar, um felagið ynskir at varðveita 1.deild.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG
Kythira! -Ella kanska ikki?
Hitabylgjur verða sannlíkt vanligari kom…
Móðir KÍ-leikarar í skelkandi tapi
Varpið vorðið miðdepilin í Klaksvík
Upptakt: KÍ-07 Vestur
Føroyar í hálvfinaluni eftir sigur á And…
- Errin bjóða vit øllum heiminum inn til…
Jógvan Júst talar í Betesda sunnudagin
Føroysku flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu 3-0 á…
Skommin í Gijón